Dagurin var ikki meira enn byrjaður á miðnámsskúlanum Glasir í Havn í morgun, tá eldávaringin fór frá og neyðugt varð at evakuera bygningin.
Tað var um hálvgum níggju tíðina í morgun, at eldávaring fór frá og sjálvvirkandi boðini ljóðaði, at starvsfólk og næmingar máttu fara úr bygninginum, men sambært Steinbjørn Hardlei, virkandi rektara, er talan ikki um nakað álvarsamt.
- Vit kanna tað í løtuni, men her er einki álvarsamt á vási. Vit hava ikki staðfest hví eldávaringin fór í gongd, men tað er einki at síggja í bygninginum av nøkrum slag og øll eru komin út, sigur rektarin.
Hetta er aðru ferð innan nakrar fáar vikur, at bygningurin er vorðin evakueraður. 23. september blivu øll fólk flutt úr bygninginum orsaka av einum falskur alarmi. Men rektarin ætlar ikki, at hetta skal gerast ein nýggj siðvenja.
- Tað er sjálvandi óheppið, um tað er falskur alarmur fleiri ferðir, men hinvegin fáa vit tað burturúr, at vit fáa venjing at tøma bygningin. Í morgun tók tað tríggjar minuttir at tøma ein bygning við 1.200 fólkum, sigur rektarin.

Eldávaring tømdi Glasir

