Tað hevur alla tíðina verið greitt, at endurgjaldið frá landinum til kommunurnar, fyri at yvirtaka eldraøkið, var ov lítið. Og nú eitt ár er fariðm vísir tað seg eisini at halda stikk.
Tað førdi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fram á fundi, sum felagið, Tign, skipaði fyri um eldraøkið í vikuni.
Umframt at vera borgarstjóri í Havn, er Heðin Mortensen eisini formaður í Kommunufelagnum.
Hann vísir á, at umframt, at pengar mangla til raksturin, er eisini talan um, at kommunurnar hava yvirtikið bygningar á økinum, sum ikki eru hildnir, og sostatt í ringum standi.
- Kommunurnar hava umsitið eldraøkið í eitt ár, og skal ein niðurstøða gerast um, hvussu kommunurnar hava klárað tað, er tað ikki long tíð.
Men hann sigur, at í Tórshavnar Kommunu eru tey í ferð við eina eftirmeting, og vísir hon, at tað er neyðugt við broytingum, verða tær framdar, tí ”vit skulu hava tað besta av tí besta”, sum hann tekur til.
Hann vísir eisini á, at Tórshavnar Kommuna fenn 136 milliónir frá landinum fyri at yvirtaka eldraøkið.
Men longu eftir hetta fyrsta árið er greitt, at tað er ov lítið, tí ein uppgerð vísir, at hjá okkum mangla tilsamans 13 - 14 milliónir krónur í hjá Tórshavnar Kommunu.
Samstundis vísa framskrivingarnar, at endurgjaldið frá landinum til Tórshavnar Kommunu í sambandi við eldraøkið, fer at minka hesi næstu árini.
- Men tað fer ikki at forða okkum í at røkja okkara skyldu, tí vit VILJA nøkta tørvin, sigur borgarstjórin í Havn.
Tí sigur hann, at tað verður eitt krav, at nýggjar samráðingar verða ímillum landið og kommunurnar við tí endamálið at hækka gjaldið frá landinum til kommunurnar.
- Vit eru noydd at blanda kortini av nýggjum, leggur borgarstjórin afturat.