Eldrar­øktin má styrkjast

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri tingið um eyka­játtan uppá 3 mió. kr. til eldra­økið.
– Vit eiga at tryggja bú­fólk­­um á røktarheimum til­­boð um ítriv og fysio­terapi, um­framt at játta fleiri tímar til náttarvakt og mat­gerð. Hetta heldur Aks­el V. Jo­hanne­sen, for­mað­ur Javn­aðar­flok­sins, sum nú biður tin­g­ið játta 3 mió. kr. afturat til eldra­økið í ár.
Í uppskotinum sigur Javn­­að­ar­­flokkurin, at Hamra­garð­ur er ikki ein­dømi um røkt­ar­heim, har spar­ingar raka brúkarar og starvsfólk í hesum døgum.
– Vit hoyra alt ov ofta, at røktar­tímar og náttar­vaktir verða spard burtur, at matar­­tæn­astan viknar og til­boð um ítriv og fysio­terapi verða skerd, so tað, sum skul­di givið lívs­inni­hald í ger­andis­degnum, verð­ur tikið frá fólki, sigur Aks­el V. Johannesen.
Formaður Javnaðar­flok­­­sins harmast um tær frá­boðanir hann javn­an fær frá starv­s­fólk­um og leiðsl­um um, at starvs­fólka­ork­an er s­o­mikið skerd seinastu tvey árini, at røkt­in er ikki nøkt­andi long­ur.
Aksel V. Johannesen held­­ur ikki, at vit eiga at góð­taka støðu­na, tí um­­framt at hetta er tyngj­andi fyri búfólkini og tei­r­ra av­varð­andi, setir tað starvs­fólkini í eina sera trup­la støðu, tí hóast tey leggja alla orku og nær­lag­ni í arbei­ðið, so sita tey eftir við kenslu­ni av ikki at røkka til. Eitt nú eru dømi um heim, har vakt­ir­nar eru skerdar úr átta niður í sjey og seks tím­­ar, og at deildir, har áð­ur vóru fýra starvsfólk, eru nú einans trý og tvey um somu uppgávur. Eisini hoy­ra vit um køkar, sum verða stongd­ir í viku­skifti­num, so røktar­starvs­fólk mugu hita mat upp og vaska upp, so dýra­bara røkt­ar­tíðin fer til mat­gerð og annað køks­ar­beiði.
Í viðmerkingunum til eyka­­játtan­ar­um­bøn­ina verð­­ur heitt á Løgtingið um at játta 3 mió. kr. til eldra­øk­ið. Óvist er tó, um hetta er rætta upp­hædd­in, og tí heitir Aksel V. Johannesen á tingið um at áseta eina nøktandi upp­hædd í sam­bandi við við­gerð­ina av málin­um