Eldraráð í Tórshavn

Elinborg Trónd Johansen
valevni til Eldraráðið í Tórshavn


Ein politikari segði herfyri, at vit mugu integrera tey eldri í samfelagið, men vit eru samfelagið. Tað eru vit, sum nú ikki eru heilt ung longur, ið hava skapt hetta samfelag.

Áhugafelag fyri eldri
Fólk, sum eru farin um tey 60 árini, eiga ongan felagsskap, ið talar teirra søk. Vit hava einki fakfelag, sum verjir okkara áhugamál, og vit hava eingi vápn, vit kunnu nýta fyri at fáa okkara ynski ella krøv framd.

Tað er ikki eitt pensionistafelag okkum tørvar, men ein samgonga, sum talar søk teirra eldru, og vil bøta um viðurskiftini teirra, við treytunum hjá teimum eldru sjálvum.

Fólkapensiónin
Fólkapensiónin, sum frammanundan er alt ov lítil, hevur ikki verið regulerað í mong ár, og hvørja ferð fakfeløgini fáa ein lønarvøkstur, minkar virði á fólkapensiónini samsvarandi. Tí má tað vera eitt krav, at pensiónin hækkar við prísvøkstrinum, og at hon eisini hækkar samsvarandi við lønarvøkstrinum hjá fakfeløgunum.

Røktarheim
Ofta tá fólk, og ikki minst politikarir, tala um tað, ið gjørt er fyri tey eldru, vísa tey á røktarheim, ellisheim, heimarøkt og tílíkt, men hetta er statistikkur.

Vit vita hvussu nógv pláss eru á Lágargarði, á Tjarnargarði og á Ellisheiminum, og vit vita eisini hvussu nógvum plássum tørvur er á, eins og vit kenna tørvin á heimahjálp, og hvussu stórt tilboðið er.

Alt hetta er í fínasta lagi. Tað, sum er neyðugt í hesum sambandi, er at trýsta á so at munurin millum tilboð og tørv verður minni enn hann er og helst verður burtur. Ongatíð betur um tilboðið er størri enn tørvurin.

Virksemi
Tá fólk tala um eldrapolitikk, hugsa tey um tey sjúku og veiku, um røktarheim og umlættingarheim. Sum so er alt í lagi við tí, men tað er Guð havi lov bara ein lítil partur av teimum eldru, ið eru sjúk og veik.

Meginparturin av tí eldra fólkinum eru væl fyri til heilsu, men hava tørv á at fáa stuðul til, við teirra egnu treytum, at klára seg sjálvi best og longst sum lívsglaðir, virknir og javngóðir limir í samfelagnum.

Fleiri eldri fólk hava ríkiligt at takast við, eitt nú ein bát, nakrar seyðir ella eina eplaveltu. Onnur hava okkurt handaligt at takast við, sum at tilevna eitthvørt úr træ, úr jarni, beini ella ull, og so eru tey, ið skriva, men eftir er ein bólkur, sum einki veit sær.

Tað er umráðandi at aktivera henda bólkin, so hesi hava nøkur tilboð, ið kunna geva lívinum meining og innihald. Tilboð, við treytunum hjá teimum eldru, uttan at tey verða ómyndiggjørd.

Bústaðir
Summi eldri fólk ynskja eina minni íbúð ella eini minni hús, enn tey búgva í, og her í kommununi man tørvur vera á einum 20 til 30 ellisíbúðum árliga, ið ikki eru dýrari enn pensionistar eru førir fyri at gjalda.

Skuldi eg sjálv valt hesa loysn, skuldi tað verið eitt stað, har møguleiki var fyri at fingið kropsliga venjing, har ein lítil svimjingarhylur var, og har tú kundi fingið vitjan av teimum nærmastu, hevur tú stundir til tað, og kundi hugna tær við einum drekkamunni, ella ein bita við einum glasi afturvið.

Heilsurøkt
Umframt hjálp frá fysioterapeuti, socialráðgevara, løgfrøðingi og kostráðgeva er eisini ein ávísur tørvur innan heilsuøkið. Eitt nú hevði tað komið væl við, um eldri fólk høvdu tilboð um fótarøkt, tannarøkt, hjálp til brillur, hoyriapparat og tílíkt. Vit hava eina skipan við tannarøkt og heilsurøkt til børn, hví ikki eisini hava tilboð til eldri fólk? Eitt tílíkt tilboð hevði sett Tórshavnar Kommunu á heimskortið.