Eldri bøndur skulu siga jørðina frá sær

–Annars fellur hon aftur til Búnaðarstovuna

 

Búnaðarstovan fer nú at skerpa mannagongdina í sambandi við aldursmark fyri, hvussu leingi ein bóndi kann hava eitt festi. 

 

Tað stendur annars í lógini, at ein bóndi skal lata festið frá sær, í seinasta lagi tá ið hann fyllir 70, men tey hava ikki gjørt so nógv við at handhevja hendan partin av lógini. Men nú verður mannagongdin skerpað og í næstum fer Búnaðarstovan tískil at at senda festarum, ið eru fyltir 70 ár, bræv við boðum um at lata festið frá sær.

 

Men við tað, at so lítið er gjørt við hetta áður, fáa teir eina skiftistíð upp á eitt ár. Somuleiðis fara teir festarar, ið nærkast 70, eisini eina áminning um at lata festið frá sær, tá ið teir fella 70.

 

– Verður nýggjur festari ikki funnin áðrenn freistin er farin, fellir festið aftur til Búnaðarstovuna, sigur Búnaðarstovna á heimasíðu síni. Men teir festarar, sum ikki góðtaka avgerðina hjá Búnaðarstovuni, kunnu kæra avgerðina til Fiskimálaráðið.