Helga Hjörvar hevur brátt røkt starvið sum stjóri í Norðurlandahúsinum í eitt ár.
Vit hava sett henni stevnu at práta um tað, hon væntaði av starvinum, Føroyum og føroyingum. Og hvussu samsvarar hetta við tað, ið farna árið í stjórasessinum hevur givið henni, og hvørjar eru framtíðarvónirnar hjá kvinnuni, ið leiðir ein av mentanarligu mondlunum í Føroyum.
Helga tekur blíð ímóti og tá kaffi er komið í kopparnar, gongur prátið lætt.
- Sjálvt um eg helt meg vita rættiliga nógv um Føroyar, tá eg kom higar, er hetta eitt samfelag í stórum broytingum. Eisini gerst alt øðrvísi, tá ein sjálvur gerst partur av samfelagnum, heldur Helga Hjörvar.
- Eg meti ikki, at nakað hevur gjørt meg stórliga bilsnan. Heldur ikki er nakað, ið hevur verið keðiligt. Men tað, sum ein leggur til merkis, er almenni áhugin fyri mentanini og tiltøkum, og fólki dámar væl at koma í Norðurlandahúsið, sigur Helga Hjörvar og hetta fegnast hon almikið um.
Eldsálirnar
- Eitt, sum eg heldur ikki hevði gjørt mær heilt greitt, er hvussu skjótt tað gongur við professionalismuni á mentanarøkinum. Vit merkja tað best innan tónleikin. Øll sløg av tónleiki. Her er so nógvur tónleikur í húsinum, tí tónleikurin hevur jú ikki havt so góðar umstøður, áðrenn Norðurlandahúsið kom og hevur ikki annað líka væl hóskandi hús, sigur Helga Hjørvar.
- Ein má minnast til tær ótroyttiligu eldsálirnar, sum hava verið við til at byggja upp professionellu mentanina. Tær kunnu jú ikki halda áfram á sama hátt, tí meira ein framleiðir, meira slítur tað. Eg hugsi um tey, sum hava staðið á odda innan ymsu økini. Fyri Symfoniorkestrinum, fyri Føroysk Tónaskøld, Summartónar, Jazzfestivalinum og øllum tí ómetaliga virkseminum, sum er.
Hugsar tú her um sjálvbodnu og ókeypis arbeiðsmegina?
- Ja, og eg rokni við, at her verður neyðugt við umlegging og nýskipan. Tað, sum ein so leggur til merkis, og sum er so einastandandi, er forvitnið hjá áhoyrara- ella áskoðarafjøldini. Eg gjørdist bilsin av stóra áhuganum fyri t.d. Wilda Dance Produktion, sum er sera nútímans dansur. Men tað vísir, at fólk vilja fegin síggja og fylgja við í, hvat fyriferst úti í stóru verð. Men samstundis er áhugin fyri tí føroyska sera stórur, sigur Helga Hjörvar, sum heldur, at føroyingar fegnir taka til sín av øðrum.
Fyrsta føroyska symfoniin
- Men trupulleikin er jú at greiða fólki frá, hvat tey kunnu vænta sær, men samstarvið við fjølmiðlarnar virkar avbera væl. Hugsi eg til dømis um næsta stóra tiltak í Norðurlandahúsinum, so fáa vit part av Reykjavíkar Mentanarbýi á vitjan. Tann 31. mars fáa vit vitjan av íslendska symfoniorkestrinum og spæla teir fyrstu føroysku symfoniina eftir Sunleif Rasmussen. Slíkt er jú ein varði hjá eini hvørjari tjóð og eg vænti mær eina gallasýning, nakað hátíðarkent, sigur Helga og dylir ikki fyri, at hon gleðir seg til løtuna.
Tað verður hálvi føroyingurin Bernharður Wilkinsson, sum skal stjórna.
- Umframt symfoniina eftir Sunleif, sum jú er viðurkendur tónasmiður, fáa vit eisini klarinettkonsert eftir Mozart, har Anna Klett verður solistur. Og eisini verður á skránni dramatisk ouvertura eftir stóra íslendska tónaskaldið Jón Leifs, greiðir Helga Hjörvar frá og fjalir ikki, at hon væntar sær nógv av framførslunum.
Býarmyndin mennist
- Tað, eg kenni er nýtt, er at býarmyndin broytist og mennist. Mentanin, ið verður boðin fram, broytist. Nú eru støðug tónlistarlig tiltøk í hallunum, ið standa fólkinum í boði. Nýggjar matstovur stinga seg upp, og alt hetta er avbera gott. Eg meti, at áhugin fyri serstøkum tiltøkum er vaksandi. Tiltøkum, sum eisini verða nevnd ?events?. Tað er hetta, sum vit hava roynt at gjørt í vetrarhálvuni, t.d. við Frændum og symfoniorkestrinum og Hanusi og Aldubáruni, sigur Helga Hjörvar, sum tó ikki sær kapping millum Norðurlandahúsið og hini støðini í býnum ella úti um landið.
- Eg haldi, at mørkini er sera greið. Vit skulu bjóða tað fram, sum onnur ikki megna at fáa hendaveg. Og okkum nýtist ikki at leggja okkum eftir tí, sum ítróttarhallirnar megna. Mínar royndir úr Íslandi siga mær eisini, at jú fleiri tilboðini eru, tess størri er áhugin. Gongur ov long tíð ímillum, at góðar upplivingar eru uttanfyri heimið og sjónvarpsrútin, so gloyma fólk, hvussu áhugavert og gott hetta kann vera, sigur Helga, og nevnir týdningin í býarmyndini í Havn, sum regluliga virksemi hjá Grímu hevur.
- Tað er nýtt, at fólk kunnu siga: Skulu vit fara til sjónleik í kvøld?, sigur Helga Hjörvar.
Hon leggur stóran dent á, at tað eru stóru tiltøkini, sum eingin annar megnar, sum Norðurlandahúsið eigur at taka sær av. Stór tiltøk og framsýningar og her nevnir Helga sum dømi stóru framsýningina um William Heinesen.
- Vit skulu gera tað, sum eingin annar megnar, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum, sum fyri framman hevur tiltak, ið nevnist Fangaramentan í Útnorði.
Góð list kostar
Men er samsvar millum tað Helga væntaði av Føroyum og starvinum og tað, ið hon hevur upplivað eftir at hava sitið eitt ár í stjórasessinum?
- Eg visti av sterku mentanini her, so tað gjørdi meg ikki bilsnan. Men eg visti ikki av stóra fólksliga áhuganum og stuðlinum viðvíkjandi mentanini. Eg visti heldur ikki av, at tað kann vera so stórur munur á, um talan er um útlendskt ella føroyskt tiltak, sigur Helga Hjörvar, sum staðfestir, at føroysku tiltøkini hava størsta áhugan.
Nú vit skriva ár 2000, og fólk hyggja aftureftir og frameftir, hvat metir stjórin í Norðurlandahúsinum so er av týdningi av tí, sum rørir seg á mentanarøkinum í løtuni?
- Tað, sum eg áður havi nevnt, við støðufestinum ella vøkstrinum í professionella listaumhvørvinum. Tað er so fruktagott og má mennast og fjálgast um. Tað ávirkar øll fólk og kann ikki framalast av nøkrum øðrum. Mær tykir, at tað er av alstórum týdningi at stuðla hesum. Eg veit, hvussu trupult tað er, tí tað krevur pening og tað er ringt at greiða frá, hví tað skal kosta so nógv. Henrik Nordbrandt greiðir í samrøðu væl frá, hví góð list kostar. Orsøkin er, at framleiðslutíðin er so long. Tá hann hevur skrivað eina yrking, letur hann hana liggja í 8 ár. Hugsar ein sær eitt flakavirki, og vøran ikki kann seljast fyrr enn um 8 ár, so krevst stórt tilfeingi. Nútíðin vil eisini á mentanarøkinum framleiða meira og skjótari, men nakað av tí er eisini eingangs fyribrigdi, tí tað stingur ikki nóg djúpt, metir Helga Hjörvar.
- Tað er týdningarmikið, at Norðurlandahúsið brúkar sínar møguleikar. At tað er stórt og væl útgjørt og bjóðar føroyingum nakað, sum er í samsvar við hetta. Ikki so at skilja, at eg ikki haldi smærri tiltøk og smálutir hava týdning, tí tað hava tey, men tað skal liva við síðuna av, sigur Helga Hjörvar.
Helga hevur lagt dent á samstarv við føroysk listafólk og feløg og at nakað hendir og verður ment í húsinum.
- Hugsi eg frameftir, so er týdningarmikið, at hava samskifti. Ikki bert hava innkallaðar konsertir, men samstarv. Hetta er longu í gongd, men má mennast meira og fáast í fasta legu. Hetta fyri at uppliva, at størri tjóðir eru ikki í líka tøttum sambandi við áhoyrarafjøldina. Tað er uppliving fyri útlendsk listarfólk at uppliva spontanar áhoyrarafjøldir, heldur Helga.
Út
- At fáa út føroyska mentan hevur týdning. Hetta krevur nógv arbeiði, og eg rokni ikki við úrslitum fyrr enn um ini 2 - 3 ár, sigur Helga, sum eisni metir uppgávuna hjá Norðurlandahúsinum at koma út í útjaðaran hava týdning. T.d. er samstarv við Gallerí Oynna á Tvøroyri og Atlantis í Klaksvik.
- Tað hendir ymiskt á hesum økinum. Men tað má ikki bert vera slíkt, sum vit senda út og so er tað liðugt. Í samband við Summartónar royna vit at uppbyggja eitthvørt, so tað verður so, at samband fæst við fólk á staðnum, at samband stendst av, so hetta verður okkara grund at byggja á næstu ferð, sigur Helga Hjörvar, sum eisini fegnast um nýggja og væl útgjørda upptøku- og framleiðslubilin, sum Norðurlandahúsið hevur ognað sær og sum er ávegis.
- Við bilinum broytast og mennast okkara møguleikar fyri at koma út, sigur Helga Hjørvar, sum eisini roynir at fáa avbygdafólk at koma í húsið, við at leggja tiltøk soleiðis at fólk sleppa til hús aftur.
Samstarv við áhugaleikfeløg er eisini frammaliga í huganum og í hesum døgum leika fólk av Tvøroyri Karius og Baktus í Norðurlandahúsninum.
- Vit vilja fegin hava oyggjarnar inn í húsið, sigur Helga, sum eisini avdúkar, at várið bjóðar einmans leik og dans við framúr leikarum, sum eisini hava øðrvísi leikir og dans á skránni.
Mentan selur fisk
Helga heldur, at skal hon meta um, hvat hevur týdning í føroyskum mentapolitikki framyvir, so hevur listin ómetaligan týdning fyri samleikan hjá eini hvørjari tjóð, og tá føroyingar er í teirri hepnu støðu at eiga dugnalig listafólk, so er neyðugt við stuðli, bæði frá landi og kommunum. Eisini vinnulívið eigur at stuðla, metir Helga og nevnir, at Reykjavíkar Mentanarbýur er sponsoreraður av 5 veitarum, sum lótu 4 milliónir krónur.
-Tað er bert partur av fíggjarætlanini, men vilt tú vísa, at tú ert eitt virki, ið framleiðir góða vøru og tekur teg sjávan í álvara, so stuðlar tú t.d. Føroya Symfoniorkestri í eitt ár, sigur Helga Hjörvar og leggur við hesum dent á, at land ella kommunur neyvan eina megna uppgávurnar.
- Mentan kostar pening. Vígdis Finnbogadóttir plagdi at siga, at tað er mentanin, ið selur fiskin, sigur Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum.