Eldur í battaríløðara í íbúðarblokki á Eirargarði

Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilur vórðu send á staðið, tá roykur varð sæddur úr kjallaranum í einum íbúðarblokki í gjár.

Fráboðanin kom stutt fyri klokkan 12.

Eldur var komin í ein battaríløðara til eitt arbeiðsamboð í kjallaranum í einum íbúðarblokki á Eirargarði í Havn. Líkt er til, at eitt skammlop elvdi til eldin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Eldurin varð sløktur, men nakað av sót- og roykskaða kom í kjallaranum. Tíbetur kom eingin persónur til skaða, og eingin størri skaði stóðst av eldinum.

##med2##