Eftir deyða Haralds kongs er kallað inn til eyka ríkisráðsfund á kongsslottinum í Oslo klokkan 11.30 í dag.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Á fundinum skal norska stjórnin formelt hitta Haakon kong, sum sjálvvirkandi tók við sum norskur ríkisovasti og kongur, tá faðir hansara doyði.
Væntað verður eisini, at nýggi kongurin kunnger, hvørji loysanarorð hann velur. Eini loysanarorð eru ein stutt orðing, sum lýsir virðini og hugsjónirnar hjá konginum.
Haraldur kongur hevði loysanarorðini »Alt fyri Noreg«, sum eisini varð brúkt av pápa hansara, Ólavi kongi, og abba hansara, Haakoni kongi VII.
Mette-Marit drotning verður eisini við á eyka ríkisráðsfundinum.
Eftir fundin tekur Haakon kongur ímóti norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, í audiensi.
Støre hevur tikið ímóti deyðsboðunum um Harald kong við djúpari sorg.
– Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív, sum varð halgað Noregi, sigur hann sambært NTB.
Haraldur kongur varð innlagdur á Rikshospitalinum 17. august. Hann varð undir innleggingini viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum.
Hann sovnaði stillisliga inn klokkan 6.35 fríggjamorgunin, 89 ára gamal.











