Eldur í Miðberg Bakaríi

Í kvøld er eldur kyknaður í bygninginum í Saltangará, har Miðberg Bakarí er.

Í kvøld er eldur kyknaður í bygninginum í Saltangará, har Miðberg Bakarí er.

In.fo frættir frá sjónarváttum á staðnum, at nógv virksemi er kring bygningin í løtuni.

Fyri lítlari løtu síðan høvdu vit samband við løgreglustøðina í Havn, men júst í teirri løtu, vit ringdu, kundu tey hvørki vátta ella avsanna, at eldur var í bakarínum.

Viðkomandi, sum vit høvdu orð á, var júst komin á vakt og hevði tá einki frætt um eldsbrunan, men segði, at vit kundu ringja aftur um eina løtu.

In.fo vendir aftur til málið um eina lítla løtu.