Eldur kom í Útróðrarbát í gjár

Seinnapartin í gjár bað ein lítil útróðrarbátur um hjálp, tí tað var komin eldur í motorrúmið. Talan var um ein lítlan útróðrarbát úr Hvannasundi, sum var staddur ein fjórðing norður úr Viðvík, tá ið eldur kom í motorrúmið.

 

Løgreglan sigur, at boð vórðu send eftir bjargingrbátinum, Ziska, sum fór á staðið. Tá ið Ziska kom fram, var ein annar útróðrarbátur eisini komin fram til neyðstadda útróðrarbátin og tók hann upp á sleip til Klaksvíkar.

 

Løgreglan sigur, at helst er eldurin kyknaður í einum stikkara, men teir tríggir menninir umborð fingu sløkt eldin sjálvur, og tað vsar ongantíð nakar vandi á ferð.