Eldur í Varðborg

Eldur kom í nátt í maskinrúmið á krabbaskipinum Varðborg, sum var statt úti fyri Fraserborgh í Skotlandi. Skipið bað um hjálp, og eitt skip hjá skotsku sjóverjuni fór til Varðborg og togaði skipið til lands. Tá skipini komu inn, hevði manningin bast eldinum.

Ein talsmaður fyri skotsku sjóverjuna sigur við BBC, at Varðborg hevði 40.000 litrar av olju í tangunum, og tí helt sjóverjan tað vera tryggari at toga skipið til lands heldur enn at royna at sløkkja eldin á opnum havi. Sambært talsmanninum var talan um eina sera hættisliga bjarging.

14 mans eru við Varðborg.