Eldurin kyknaði helst í køkinum

- Men í løtuni vita vit ikki, hví eldur kom í Number 1 Pizza í Vágsbotni, sigur løgreglan.

Tað var eingin inni í bygninginum í Vágsbotni, har Number 1 Pizza húsast, tá eldur kom í um middagsleitið í dag.

 

Nú veit løgreglan at siga, at eldurin helst kyknaði í køkinum á niðastu hæddini, men í løtuni duga tey ikki at siga, hví eldur kom í.

 

- Eldurin er sløktur, og her var eingin persónsskaði, og nú verður ansað eftir, at eldurin ikki kyknar aftur.

 

Vaktleiðarin sigur, at tað verður brandteknikari hjá løgregluni í Føroyum, sum fer at kanna eldsbrunan.

 

Lagt verður aftrat, at skaðin, sum stóðst av eldi, royki og vatni, serliga er í køkinum.

 

- Men, tað er ikki óhugsandi, at roykskaði eisini er aðrastaðni í húsinum, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.