Elduvík er ein útdoyggjandi bygd

Frida Reyná, sum býr í Elduvík, er sannførd um, at um fleiri fólk ikki skjótt flyta til, so doyr bygdin skjótt út. Hon, maðurin og børnini mynda einastu barnafamiljuna í bygdini, men sigur Frida, at tey verða verandi so leingi sum maðurin er kongsbóndi

Elduvík:
Angin av nýbakaðum køkum stendur langt oman í gongina, tá vit koma innar. Niðankomnar gjøgnum trappurnar heilar lítli Aron, sum er hálvt annað ár, beinanvegin uppá okkum. Hann er eitt sindur smæðin í fyrstani, men smædni hvørvur skjótt og verður til blíðskap, og áðrenn long tíð er farin, er hann størsta sjarmutrøllið í bygdini.
? Vit hava føðingardag her í morgin. Meinhard fyllir átta ár, og tí er tað so rokaligt, sigur Frida Reyná, sum hevur búð í Elduvík síðani 1996.
Frida og maðurin, Poul Jóhannus, mynda saman við børnunum einastu barnafamiljuna í bygdini. Ongin handil er, og heldur ongin skúli, men hetta merkir ikki, at Frida situr tómhent um dagarnar, meðan Poul Jóhannus er til arbeiðis hjá KJ-Hydraulik á Kambsdali.
? Eg havi trý børn, so eg havi altíð nóg mikið at gera, sigur Frida, meðan hon tekur tann seinasta bakkan av sandkøkubollum úr ovninum.

Doyr út

Elduvík er ein lítil bygd. Matstovan, Lonin, er fyri stuttum latin aftur, og nú er so at siga onki, sum dregur fólk til bygdina uttan náttúran.
? Um ongin ger nakað við tað, so doyr bygdin skjótt út. Tú kanst ikki lokka fólk til Elduvíkar at búgva. Um ein skal búgva her, so skal tú hava eina grund. Mín grund var, at eg giftist við Poul Jóhannus, og hann hevur altíð búð her. Hann er kongsbóndi, so tað hevði antin verið her ella í Funningsfirði, sigur Frida, meðan tann lítli spælir á gólvinum. Hon leggur afturat, at tað er tó ikki verri enn so, tí tað tekur bara 10 minuttir, so ert tú úti á høvuðsvegnum.
Frida og Poul Jóhannus hava trý børn. Meinhard og Maibritt, sum eru úti og spæla henda dagin Sosialurin er á vitjan. Tey eru átta og seks ára gomul. Og so lítla Aron.
Frida er sjálv fødd og uppvaksin í Klaksvík, og áðrenn Poul Jóhannus og hon fluttu til Elduvíkar, búðu tey seks ár í Runavík.
? Børnini spæla so nógv úti her. Tær nýtist ikki at hyggja eftir teimum allatíðina. Tað er tað besta her. Her er ongin vandi fyri ferðslu ella at tey detta nakrastaðni. Her er ein á, sum tey spæla í, so tey koma ofta heim við karmi, fortelur Frida, sum vísir á, at tá ferðsluvandin er so lítil, so er tað næstan so, at ein gloymir at læra børnini um ferðsluviðurskiftini.
? Men vit plaga at vera í Runavík viðhvørt, og tá ganga vit ofta eitt fitt stykki, og so royna vit at læra tey um ferðsluna.
Frida merkir stóran mun nú Lonin er afturlatin. Ongir bussar við ferðafólkum koma henda vegin, og nú er mestsum fullkomin friður í bygdini.
? Fyrstu dagarnar var tað virkuliga keðiligt. Tað var bara ein sjálvfylgja, at Lonin var har. Tað var ein hugni og stuttleiki at síggja tá bussarnir komu, og børnini sum spældu uttanfyri, meðan foreldrini sótu inni og ótu. Men so varð tað bara stongt frá degi til dags. Og tað er uttan iva eitt stórt afturstig fyri bygdina.

Lærir at liva

Sjálvt um Frida og Poul Jóhannus teljast millum tey yngstu fólkini í bygdini, so er hon ikki bangin fyri, at tey enda einsamøll eftir har.
? Eg eri ikki bangin fyri, at vit verða einsamøll eftir her. Tú kanst ikki liva uppá, hvat fer at henda í framtíðini. Ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi skal gista, og soleiðis er tað her.
? Tú lærir at liva, tá tú býrt soleiðis. Tú gloymir ikki tey veruligu virðini - náttúruna. Aðrastaðni sært tú inn í eini hús og oman á ein veg, og har er res allan dagin. Her hevur tú náttúruna beint uttanfyri.
Tá keypt verður inn til reyðu húsini hinumegin brúnna í Elduvík verður keypt stórt inn. Rættiliga stórt. Frida fortelur, at hon dagin fyri hevði verið og keypt inn, og tá vóru 30 pakkar av geri keyptir, og 20 kilo av mjøl.
? Tað er ymiskt, hvussu ofta eg fari úr bygdini um vikuna. Viðhvørt kann eg ongan veg fara í tvær til tríggjar vikur, tá eg aðrar tíðir eri úr bygdini tvær til tríggjar ferðir um vikuna.
Men familjan Reyná hevur ongar ætlanir um at flyta úr Elduvík.
? So leingi Poul Jóhannus er kongsbóndi verða vit verandi. Og tað vænti eg ikki, at hann fer at gevast við, sigur Frida Reyná at enda.