Næsta mál á skránni er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2021.
Tríðja málið er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um løggilgding av elinnleggjarafyritøkum.
Síðsta málið á skránni er 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfari.
Í viðmerkingum til uppskotið segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, at elektriskur útbúnaður og innleggingar kunnu verða til vanda fyri brúkarar og tey, ið arbeiða við hesum útbúnaði og innleggingum.
– Tað er tí neyðugt at seta krøv til elektriska útbúnaðin og elektriska tilfarið. Slík krøv eru ídag ásett í løgtingslóg um sterkstreymsútbúnað, og samstundis við hesum uppskotinum verður lagt fyri Løgtingið uppskot til nýggja lóg um eltrygd, t.e. uppskot til løgtingslógum elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin).
Fyri at varðveita eina trygga og støðuga elektrisitetsveiting og við atliti at trygdini hjá borgarunum, er ikki nóg mikið at seta krøv til elektriska útbúnaðin og elektriska tilfarið, sigur landsstýrismaðurin í viðmerkingum til uppskotið.
– Tað er eisini neyðugt at tryggja, at tann sum fæst við elektriskan útbúnað og elektriskar innleggingar, hevur neyðugar førleikar og nøktandi kunnleika til tær fyriskipanir, sum verða nýttar fyrielektriskan útbúnað, elektriskar innleggingarog tilfar. Krøv til tey, ið arbeiða við elektriskum útbúnaði og innleggingum, eru í dag ásett í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. (hereftir løggildingarlógin).
Tað eru bert gjørdar tvær smávegis broytingar í lógini, síðan hon kom í gildi í 1993. Tørvur er tí á at endurskoða og nútíðargera lógina, m.a. fyri at tillaga reglurnar um, hvørji arbeiði eru løggildingarkravd arbeiði og at nútíðargera krøvini, sum verða sett teimum løggildu. Virkisøki lógarinnar er eftir uppskotinum í høvuðsheitum óbroytt, við tað at lógin eftir uppskotinum fevnir um elektriskar innleggingar til sterkstreym.
Tó verða gjørdar ávísar avmarkingar í teimum arbeiðum, sum krevja løggilding. Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum eru, at í staðin fyri eina persónliga løggildingarskipan, verður sett í verk ein fyritøkuløggilding við kravi um, at tað eru ein ella fleiri fakligir ábyrgdarar knýttir at fyritøkuni, og kravium eina góðkenda góðskuleiðsluskipan.
Sonevndu frítíðarløggildingarnar verða við nærri ásettum treytum, sbr. niðanfyri undir nr. 1.3.4, umskipaðar til einahjávinnuløggilding til fyritøkuna, og eina góðkenning sum fakligur ábyrgdari tileigaran av fyritøkuni.
Uppskotið ásetur reglur um eina fyritøkuløggilding við einføldum innaneftirlitskrøvum, har tað bara verða sett krøv, sum hava týdning fyri trygdina, og sum eisini hóska til smáar fyritøkur.
Tað verður upp til fyritøkurnar sjálvar,hvussu tær handfara viðurskiftir, sum ikki beinleiðis eru viðkomandi fyri trygdina við innleggingunum.Verandi trygdarstøði verður varðveitt, við tað at løggildingarskipanin er grundað á trý grundleggjandi krøv til fyritøkurnar um rættar førleikar, innaneftirlit og eftirlit frá triðjaparti. Samstundis er ásett, at revsingin kann verða herd fyri skipað brot á reglurnar og brot, sum hava við sær vanda fyri trygdina.
Sambært landsstýrismanninum er endamálið við uppskotinum er at dagføra og nútíðargera lóggávuna viðatbroyta løggildingarskipanina frá eini persónligari løggilding til eina fyritøkuløggilding, at styrkja innaneftirlitið við kravi til løggildingarfyritøkurnar um eina góðskuleiðsluskipan og við at dagføra krøvini um, hvørji arbeiði krevja løggilding og hvørji kunnu verða gjørd uttan løggilding.
Skráin fyri tingfundin týsdagin 2. mars klokkan 11 er hendan:
1 2. viðgerð LM-057/2020 - Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019
2 1. viðgerð LM-081/2020 - Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2021
3 1. viðgerð LM-086/2020 - Uppskot til løgtingslóg um løggilding av elinnleggjarafyritøkum
4 1. viðgerð LM-087/2020 - Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)
5 Framløga
Viðmerkingar
LM-81/2020 verður beint í Fíggjarnevndina
LM-86 og 87/2020 verða beind í Vinnunevndina