Elektroniskur tónleikur í Cippo

Leygarkvøldið verður Cippo aftur karmur um eitt spennandi elektrokvøld. DJ-nøvnini hesaferð eru Math, Spencer Jones og James James. Royndartiltakið, ið nevnist Undirbeat, varð hildið í seinasta mánað, og tað gekk somikið væl, at avgjørt varð at halda fram. Dentur verður lagdur á elektro house, minimal, tekno og øllum tí, ið hartil hoyrir av dintilsveiggi. Nakrir av plátuvendarunum eru lutfalsliga ókendir, men James James, ið er kunstaranavnið hjá Høgna Egholm Magnussen, fekk góð skoðsmál á G! Festival, har plátuvendarin gjørdi um seg í sonevndu Grundini. Hinir báðir plátuvendararnir eru ei heldur ókendir á føroyska tónleikapallinum. Spencer Jones er Rólant úr Makrel, meðan Jógvan Andrias á Brúnni goymir seg handan navnið Math.

 

Atgongumerki í Cippo leygarkvøldið kosta 80 krónur.