Eli Smith er listamaður føddur í Havn í 1955. Hann flytir seg fram í síni leitandi tilgongd til listina. Hetta gevur eina støðuga menning, bæði innan tilfar og útrykk.
Seinastu 20 árini hevur Eli beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett. Hann málar fyri ein part við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari. Hetta kallar hann grótmálningar, og á framsýningini í Gallarí Havnará vera tað júst grótmálingar.
Temaið er listamanninum so líkt, náttúruhugmyndir. Skapanarverkið fyllir nógv í listini hjá Eli, og myndaevnini eru sum heild ekspressionistisk landsløg.
Framsýningin er opin fram til 2. november kl. 16-18. Tá framsýningin letur upp framføra Kristina á Váli (cello) og Ingmar Berg Mikkelsen (keyboard) tvey løg.
##med2##