H71 - Neistin (13-11)
Steypavinnararnir úr Neistanum og Føroyameistarnir úr H71 hava bart ein langan dyst sínamillum seinastu tvey árini. Í dag byrjaði ársins stríð í dystinum um Lionsbikarið.
Hetta var eisini fyrsta høvið at síggja hvussu liðini eru broytt og hvussu tey ætla sær loysa og gagnnýta hesar avbjóðingar.
Nýggj og gomul Neistaandlit
Hjá Neistanum eru fleiri broytingar í mun til undanfarna kappingarár.
Millum annað Torkil Hentze Mørk, Teis Horn Rasmussen, Rune Olsen, Mikkjal Hansen, og ikki minst toppskjúttin í fjør, Høgni Zachariassen, vanta á liðnum í mun til í fjør. Og so er tað eisini strikuleikarin, ið fekk sín fyrsta landsdyst herfyri, Pætur Mikkjalsson, ið er skiftur til H71. Avloysararnir eru ein blanding av royndum og ungum leikarum. Finnur Hansson er aftur í Neistanum, men spældi kortini ikki í dag, meðan Teitur Magnusson og Jónsvein Dulavík, báðir byrjaðu inni. Á bonkinum vóru eisini nýggj andlit í Neistanum. Danin, Magnus Rydal er nýggjur høvuðsvenjari og hevur David Edvardsen at hjálpa sær. David Edvardsen spældi ikki sjálvur í dag.
Fleiri ungir leikarar fingu eisini møguleikan í dag. Millum annað Bjartur Hansen, Hanus Áraon og Jóhannes Bjørgvin, meðan Dánjal Ragnarsson og Julian Kragesteen eisini fingu nógva ábyrgd.
17 ára gamlir styrkja H71.
Pætur Mikkjalsson byrjaði eisini inni hjá H71, har hann er beinleiðis avloysari fyri Niklas Højgaard Hanusarson. Harafturat stríðast bæði Hilmar Leon Jakobsen og Pætur Thomsen við skaðar. Eisini Brandur Halgirsson er farin at royna seg uttanlands, og hann verður avloystur av kanska kendasta leikaranum í føroyskum hondbólti.
Elias á Ellefsen á Skipagøtu, ið gjørdist heimskendur eftir at hann við U17-landsliðnum vann European Open, spældi sín fyrsta vaksnamannadyst í dag. Aðrar U17-stjørnur í dag vóru eisini Baldur Gillason, Bogi Hansen og Pauli Mittún.
H71 hevur eisini nýggjan venjara. Einar Jónsson úr Íslandi er nýggjur høvuðsvenjari hjá H71, og hann kundi beinanvegin fegnast um unga stjørnuskotið hjá sær.
Elias í brennideplinum frá fyrsta bríkslið.
Tað var sum vera man spenningur ímillum áskoðararnar hvussu hesir ungu leikarar fáa at standa seg í sínum fyrsta veruliga vaksnamannadysti, og Elias Ellefsen á Skipagøtu helt seg avgjørt verða til reiðar.
17 ára gamli leikarin byrjaði á vinstra bakki, har hann spældi yvirav Rasmusi Søby í bæði verju og álopi.
Virðismesti leikarin í European Open og ársins leikari tvey tey seinastu kappingarárini gjørdu støðuna til 1-1, og eftir einar 6 minuttir var 4-3 til H71. Tá høvdu báðir leikararnir fingið hvør sína útvísing ímóti hvørjum øðrum og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði skotið øll fýra málini hjá hoyvíkingum umframt eitt brent brotskast.
Hesin ungi var eisini sjónligasti maður hjá Føroyameistarunum, meðan Nicholas Sacthwell forðaði fyri at H71 rann undan.
H71 greitt betri í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki vóru unga stjørnuskotið og H71 tó eirindaleysir. Tað eydnaðist at fáa ferð á bóltin, ið ofta slapp ígjøgnum neistaverjuna, samstundis sum tað eydnaðist at halda bláa álopinum frá stórum møguleikum.
Eftir at Rasmus Søby fekk beinleiðis reytt fyri eina óhepnað takkling miðskeiðis í seinna hálvleiki var støðan 24-17 til H71, og dysturin mundi vera avgjørdur.
Elias Ellefsen á Skipagøtu setti seg tá eisini á bonkin, eftir at hann við sínum níggju málum mundi hava gjørt sítt fyri at H71 fór at vinna Lionsbikarið. Tá javnaði dysturin seg eitt sindur út, og bæði liðini fóru eisini at skifta nógv út.
Men har var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna, og tað gjørdu Føroyameistararnir úr H71 eisini við úrslitinum 31-21 , og hava nú tikið ein risastóran favorittleiklut á seg áðrenn landskappingin byrjar sunnudagin 15. september.