Elias skoraði fýra mál í lokaluppgerð

Sävehof fekk ein sigur undan steypafinaluni móti Lugi

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra mál uppá 12 málroyndir, tá hann og og liðfelagarnir í Sävehof vunnu 33-29 á grannunum, Redbergslid. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Tað var hildið at vera heppið hjá Sävehof, at málverjin hjá Redbergslid, Andreas Palicka sum vann EM við Svøríki farna sunnudag ikki var við. Men Oscar Sävinger sum vardi málið hjá Redbergslid bjargaði 45,7 prosent av mongu málroyndunum hjá Eliasi og liðfeløgunum, og bjargaði heimaliðnum undan einum størri tapi.

 

Tað er stutt millum dystirnar hjá Eliasi og liðfeløgunum. Longu í annaðkvøld skal Sävehof spæla steypafinalu móti Lugi.