Eliesar vil byggja upp

Ljóðsamrøða frá Rás2: Venjarin hjá B68 vísir ikki aftur, at hann heldur fram í felagnum

B68, sum spælir í 1. deild í 2017, fekk ein sannan avsmurning í Klaksvík í dag. Heili 6-0 til KÍ gjørdist endaliga úrslitið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við venjaran hjá B68, Eliesar Olsen, eftir stóra tapið hjá toftamonnum. Eliesar Olsen harmast um stóra tapið, men kortini sigur hann, at tað er ikki óhugsandi, at hann heldur fram sum venjari hjá B68. Honum dámar nevniliga væl at byggja nýggj lið upp, og tað heldur hann vera góð útlit fyri á Toftum.