TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ
Sum úrslit av avgerðini hjá Tórfinn Smith, so er Elin Lindenskov sett uttanfyri allar býráðsnevndir. Støðan í Tórshavnar býráð er broytt nakað, síðani Tórfinn Smith gjørdi av at siga minnilutanum farvæl og fara upp í meirilutan við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.
Ein fylgja av hesum er, at Elin Lindenskov ikki er nevndarlimur í nakrari av nevndum býráðsins.
Undan eykabýráðsfundinum mikukvøldið var hon limur í sosialu nevnd, heilsu- og umhvørvisnevndini og Fíggjarnevndini.
Hesar nevndarsessir hevur tó mist nú.
?Tað er úrslitið av tí, ið Tórfinn Smith hevur gjørt. Býtið verður soleiðis, at eg ongar nevndarsessir fái, men hetta er so avgjørt ikki nakað, ið eg eri glað fyri, sigur Elin Lindenskov.
Minnilutin misti sjey nevndarsessir við nýggju støðuni. Tórfinn Smith vann sær tveir nevndarsessir, og hetta ger, at Elin Lindenskov ongan nevndarsess fær.
Minnilutin hevur sjey nevndarsessir at ráða yvir, og hesir eru allir mannaðir av tjóðveldisumboðum, sum ikki vilja ganga við til, at Elin Lindenskov fær ein nevndarsess, tí Tórfinn Smith eigur fleiri nevndarsessir.
? Hetta ger støðuna ógvuliga trupla, og eg verði so noydd til at halda meg fram at sum býráðslimur, men tað verður strævið, sigur Elin Lindenskov.
Hon undirstrikar, at minnilutin kennir seg sviknan av Tórfinni Smith.
?Tað undrar meg, at Tórfinn Smith er farin upp í eina borgarliga samgongu, uttan at broyta samgonguskjalið, sigur Elin Lindenskov.
Elin Lindenskov sigur seg sakna floksdisiplin, ið hon sjálv leggur stóran dent á.
Málið viðvíkjandi Tórfinn Smith er ikki liðugt avgreitt í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, har málið liggur í løtuni.
Elsba Olsen, forkvinna, sigur, at tey hava boðað Elini Lindenskov og Tórfinni Smith frá, at tað er Elin, ið umboðar Javnaðarflokkin í býráðnum.
Elsba Olsen sigur seg ikki kunna siga meira um málið sum støðan er.