Elin Mortensen

Mikudagin 24. juni í 1987 høvdu vit fráfaringarløtu fyri Elin í Sankta Frans skúla. Dagurin var komin, at hon skuldi siga skúlastarvinum farvæl vegna aldur. Páskaliljurnar á lærarastovuni hava verið seinar á veg hetta árið. Tær vóru tiknar inn úr havanum beint frammanundan til fráfaringarborðhaldið. Sum altíð til slík høvi, helt Elin talu, og vit sótu undir hvørjum orði. Minnist, hvussu víða hon fór um í røðuni um arbeiðsárini á skúlanum. Hon brúkti mangan orðamyndir. Segði á sínum eyðkenda suðuroyarmáli, at kom hon í ein flokk, ið var serliga balstýrin, plagdi hon at taka til, at umborð á einum skipi var altíð ein skipari. Og hann bestemmaði umborð. Hann bestemmaði alt. Til hjálpar hevði hann aðrar, stýrimann, fýrbøtara og motorpassara. Hon bað næmingarnir ímynda sær, at flokshølið var eitt skip, og skiparin var hon, Elin. Og tað riggaði hvørja ferð, plagdi hon skemtandi at taka til. Ringasti kúllurin vildi altíð vera stýrimaður. “Og je havi frett, at stýrimaðurin er lækni á Landssjúkrahúsinum nú”.

Hendan fráfaringardagin sungu vit fyri tær:

Góða Elin, nú tú fert

frá við eftirløn, tú ert

ei at samanbera við tær lærarindir,

sum vit minnist væl sum barn,

harðar eins og stál og jarn,

hygg í Dimmalætting undir “Gamlar myndir”.

Men Elin fór bókstaviliga ikki heilt “úr skúlanum”. Hon vitjaði trúliga inn aftur øll hesi 27 árini eftir starvslok. Hon slepti ongantíð heilt takinum. Búði í grannalagnum og fylgdi við, hvussu skúlin menti seg og tók við nýggjum avbjóðingum. Nýggjum lærarum beyð hon vælkomnum, greiddi teimum frá síni virknu tíð á skúlanum og helt seg sjálva og hini starvsfólkini dagførd. Hon kom til jóla- og Sankta Fransdagshald og var altíð til reiðar, um heitt var á hana til okkurt skúlatiltak. Hon hevði nakað hjartaligt yvir sær og var so fjálg. Elin fylgdi væl við í øllum, sum fyrifórst, bæði úti og heima. Í skúlanum hevði hon eisini nógvar smáar skyldkonur, hon var abbasystir til. Man legði til merkis, hvussu gott samanhaldið var við tær, og tað gekk báðar vegir.

Elin Mortensen var av Tvøroyri, og har vaks hon upp. Hon var yngst av trimum systkjum. Beiggjarnir vóru Eilif Mortansson og Axel Mortensen. Báðir hava lagt heilt fitt eftir seg sum høvundar. Tann eldri skrivaði bøkurnar Malan og Den korte sommer umframt bøkurnar um Magnus Heinason, ið Elin umsetti til føroyskt.

Pápi Elina var ørvingur og lærari á Tvøroyri. Har suðuri var eitt blómandi handilsvirki, tá Elin var fødd í 1920, og sum dró nógvar føroyingar sunnanfjørðs. Hetta árið var skaðár burturav. Sluppirnar Kristina, Helena, Karin og Puritan fórust allar við 50 monnum. Postbáturin millum Vestmanna og Fútaklett bar heldur ikki boð í bý. So tað vóru trongar og tungar tíðir beint eftir 1. heimskríggj.

Eftir loknan skúla fór Elin til Danmarkar. Hetta er stutt undan seinna heimskríggi. Hon hevði miðvísar ætlanir um framhaldslestur í enskum. Men alt bendi á, at eitt kríggj aftur var á veg, og foreldrunum heima á Tvøroyri dámdu hetta einki, at onkardótturin var so langt burturstødd, um nú tað ringasta skuldi hent. Og tað var í tøkum tíma. Elin kom heim, kríggj brast á og lesnaðurin gjørdist av ongum. “Ljósini sloknaðu og køvdi allar framtíðarætlanir, - ikki bara hjá mær men hjá so mongum av mínum javnaldrum”, plagdi hon at taka til. Tey ungu, sum júst stóðu á gáttini við ljósum lívsdreymum, sóu ljósini slókna og forða fyri øllum skynsemi.

Eftir myrku krígsárini var Elin eitt skifti í Bretlandi. Heimið hjá Elin gjørdist onkunsvegna ein skái hjá bretum undir krígnum. Pápin hevði førleikar at vera tolkur hjá bretum, og mamman sýndi teimum virðing og forstáilsi í tí støðuni, teir vóru í.

Í 1947 fór Elin inn á starvsleiðina, sum gjørdist hennara lívsverk. Skúlan. Hon tók við vikarstarvi í heimbygdini, og samstundis passaði hon bókasavnið á Tvøroyri. Í 1963, árið eftir, at pápin var deyður, fluttu hon við mammuni til Havnar. Elin hevði fingið starv í Sankta Frans skúla, og har starvaðist hon, til hon vegna aldur í 1987 legði frá sær.

Góða samstarvið við skúlamenninar Johannes Enni og Johs. Andr. Næs elvdi til munagott undirvísingartilfar í føroyskum hjá lesiveikum. Elin brendi nógv júst fyri serundirvísing, og kom tann parturin at vera undir hennara kønu leiðslu á skúlanum hjá nonnunum. Smáar leikir at framføra á skúlapalli umsetti hon somuleiðis og greiddi til prentingar.

Elin fór íðin undir at skriva sínar lívsupplivingar, tá hon var farin frá. Í 1990 kom bókin “Barn undir krígnum”, har hon lýsir lívið hjá børnum í Føroyum undir seinna heimskríggi. Henda bók fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs sama ár. Í samband við ta bókina var Elin mangan boðsend at koma inn í skúlastovuna at greiða nærri frá bókini. Børnini gleddu seg, tá hon kom, tí hon dugdi so livandi at greiða frá, - hevði gassmaskuna við, ið børn og vaksin fingu at verja seg við, um tað gjørdist neyðugt, tá bumbur vórðu blakaðar yvir bygd øki í luftálopum. Nakað, vit løgdu til merkis í tí bókini var, at Elin so snildisliga gav tvøroyrabørnum nøvn eftir teimum, hon var abbasystir til. Fitt.

Meðan hon í virkna lærarayrkinum fekst við skúlabókaútgávu í føroyskum og kristni saman við øðrum, gjørdust árini seinni ein endurminningarrøð úr barna- og ungdómslívinum á Tvøroyri. Her kunnu nevnast “Ljósini sloknað” og “Heimbygd mín Tvøroyri”. Á 90 ára føðingardegnum í 2010 kom fitta, lítla yrkingarsavnið “Smáputl”.

Elin var so litrík og fjálg at koma á tal við. Og skemtilig var hon eisini. Visti nógvar góðar og festligar søgur. Hugnaligu stovurnar í Mariugøtu søgdu sína serliga søgu um eitt langt og innihaldsríkt lív. Myndirnar á bróstunum høvdu allar okkurt serligt við sær. Og tann vakri urtagarðurin, - heildin minti á okkurt ævintýrkent, - Astrid Lindgren umhvørvið kanska.

Hósmorgunin 12. Juni segði bróðurdóttirin frá, at Elin var farin. Tað var ein lítil hvøkkur, men kortini, hon hevði livað eitt langt og virkið foldarlív við rættiliga góðari heilsu. Birg var hon inn í sítt 90.ár. Men seinastu tíðina løgdu vit til merkis, at orkan fjaraði burtur, og ellisbrek av álvara vóru farin at taka ræðið av hesi fimu og kimiligu havnarmynd.

Góða Elin! Skúlanum vart tú ein dyggur stuðul í allar mátar, bæði í við- og mótgongd. Vit minnast teg og tín myndugleika við størstu virðing. At vit fingu lut í øllum tí, tú endurgav frá tínum langa lívi, eru vit tær so takksom fyri. Vit unna tær ta hvíld, tú nú tráaði eftir.

----

Poulina Slættanes