Elin og Poul Johannes verið gift í 50 ár

Fríggjadagin 1. juni hava hjúnini Elin og Poul Johannes Poulsen við Ljósá verið gift í 50 ár. Á hesum stóra degi vilja vit senda hesum vala hjúnum eina heilsan.

Elin er úr Sørvági, dóttir Mariu, ættað úr Hvalba, og Poul Andreas Mortensen. Sum genta hevði hon tær skyldur, sum bygdagentur høvdu tá at hjálpa til í húsinum. Pápin var fiskimaður og var nógv burtur. Tá var nóg mikið at gera hjá teimum heima við kúgv, hoygging, torv og tílikt. Elin fekk lært at arbeiða!

Tá Elin fór heiman, fór hon at arbeiða í handli. Fyrst var tað í Sørvági. Seinni fór hon til Havnar, har hon arbeiddi í Køkubúðini hjá Andrias og í Kovanum hjá Elspu Sonnu Poulsen.

Hon kom at hitta Poul Jóhannes frá Ljósá, sum var sonur Sofus og Poulinu. Hon var úr Lorvík. Tá tey giftust, gjørdist Elin fiski- og útróðrarmannakona við lít.

Poul Johannes fór blaðungur við Riddaranum við Ingálvi Andreassen sum skipara. Í 1947 var hann við Havfrúnni, tá hon fór á land uppi við Siglufjørðin. Skipari var Wolfang, beiggi Ingálv. Tað var meira enn heppið, at hetta ikki gjørdist hansara seinasti túrur, so nógv stóð á tá. Frásøgan frá hesi bjarging kemur í Miðvikuna seinni í summar, tá vit fara at hava frásøgn hjá Tórhalli Andreassen, sum eisini var við.

Hetta gav ikki Poul Johannes skrekk fyri sjólívinum, og hann fór skjótt avstað aftur. Hann var við ymiskum skipum og var eisini á kópaveiðu í Eysturgrønlandi við norðmonnum. Kópurin varð skotin, skinnið varð saltað, og spikið varð smeltað. Men lítið kom burtur úr.

Tá fiskimarkið fór út á 12 fjórðingar í 1964, fór Poul Jóhannes at rógva út saman við beiggja sínum Andreasi. Hann er giftur við Augustu, systir Elina. Her kann verða nevnt, at Jakku á Sundi, hvørs søga og útróðrarsøga byrjaði í Miðvikuni mikudagin, er giftur við eini triðju systir, Alvildu. So tað er ikki ringt at gita, hvat tosað verður um, tá øll eru saman! Teir plagdu eisini at kappast, og tað kundi standa á, hvør ið var bestur. Men allir vóru teir óførir fiskimenn og skilamenn, og nógv var at fáa. Ein av egnarunum var Elin sjálv.

Tá teir báðir brøðurnir fóru at rógva út, var ringt at sleppa av við fisk, men so kom flakavirkið Norðís á Eiði og loysti tann trupulleikan. Einaferð stóð rættuliga nógv á teimum, tá teir endaðu uppi á Risanum, og máttu bíða 18 tímar, til hjálpin kom fram. Teir hava einaferð greitt frá hesi dramatisku hending í útvarpinum.


Sum eitt hús


Tá Elin og Poul Johannes verða nevnd, slepst ikki undan at nevna Augustu og Andrias, og hesin stubbi skal eisini vera ein heilsan til teirra. Tað samanhald, sum hevur verið millum hesi bæði hús, hevur verið einastandandi og fyrimyndarligt. Eitt var, at brøðurnir báðir hava róð út saman og býttu úrtøkuna javnt. Men í aðrar mátar hava teirra hús verið sum eitt, har tey hava havt tað mesta í felag.

Eitt dømi um arbeiðsbýtið teirra millum er, at Elin hevði bindimaskinu og Augusta seymimaskinu, og tær ávikavist bundu og seymaðu uppá húsfólkið í báðum húsunum. Kúgv og kálvar høvdu húsini í felag. Hoyggið var felags, og kjøtið í hjallinum var eisini felags, har eingin hugdi eftir, um annað húsið fekk meira enn hitt. Inntil teir góvust at rógva út høvdu teir eisini bilin í felag.

Tá onnur hjúnini fóru at ferðast, vóru hini hjúnini eftir heima at ansa eftir børnunum hjá teimum sum fóru. Viðurskiftini vóru so góð, at eingin minnist øvugt orð at hava verið talað millum beiggjarnar. Tað sama hevur verið við systrunum. Børnini hjá Augustu bera Elin, at hon er sera góðslig og fitt, og hóast tey búgva hurð um hurð, minnast tey ikki at hava sæð hana illa!

Húskini bæði hava eisini livað vistfrøðiliga og hava mest møguligt livað av tí, sum nátturan gevur. Tey hava havt oksar í haganum, hava etið nógvan fugl, og kalvi frá útróðrinum var gerandismatur. Tað var keypt minst møguligt.

Sigast kann um Elin og Poul Johannes, at tey eru álitisfólk av fyrstu skuffu. Tey eru fryntlig, og tað er altíð stuttligt at koma á tal við tey, og væl duga tey at siga frá.

Tey bæði eiga børnini Maritu, Lis, Sólrun, Poulinu og Eljón. Øll búgva í Føroyum uttan Poulina, sum býr í Grønlandi. Har hava tey bæði eisini verið og ferðast. Tey eiga 12 barnabørn, og nú eru tey eisini blivin langomma- og abbi.


Tað verður ynskt teimum hjartaliga tillukku við teirra stóra degi.


ó.