Hósdagin 6. mai fyllir Elin Súsanna Jacobsen 80 ár. Hon er dóttir Hjalmar Jacobsen úr Svínáum og Ásleyg Jacobsen úr Skopun, sum búðu á Strond norðan fyri Klaksvík, har Hjalmar var verksstjóri á elverkinum. Elin Súsanna er uppvaksin á Strond við systrunum Ingun og Randi.
Í 1960 tók Elin Súsanna studentsprógv í Havn, og hon las til korrespondent í Keypmannahavn, 1965. Hon átti dóttrina Bjørg í 1962.
Í 70’unum var hon virkin í kvinnurørsluni og friðarrørsluni, og hon var millum annað í ritstjórnini hjá blaðnum Súrsokkur. Um hetta mundið var hon eisini tímalærari á Maskinskúlanum og Føroya Handilsskúla. Í 1984 bleiv hon uppstillað til løgtingsval fyri Javnaðarflokkin.
Í 1987 fór hon at lesa søgu á Fróðskaparsetrinum og tók ph.d. á Århus Universiteti í 1996 við bókini "Rúsdrekka - siðir og ósiðir". Hon varð sett sum adjunktur á Fróðskaparsetrinum í 1999, og í 2001 varð hon lektari. Í nýggjari tíð hevur hon givið út bókina "Slóðir í heilsuverkssøguni" í 2004, og í 2011 kom bókin "Konubrot".
Síðan 80’ini hevur hon umsett eina rúgvu av barnabókum, sum í dag eru vorðnar klassikarar - eitt nú "Mio mín Mio", "Brøðurnir Leyvuhjarta" og "Ronja Ránsmansdóttir". Eisini hevur hon umsett fleiri sjónleikir, serliga til leikbólkin Grímu – til dømis leikir eftir Dario Fo. Haraftrat hevur hon ummælt fleiri bøkur.
Síðan 1976 hevur hon búð í Tórsbyrgi og er sostatt ein av teimum, sum hevur búð har, síðan tað bleiv bygt.