Ellemann slept kravi um kanning av Mette

Eitt stjórnarsamstarv kann ikki byrja við at kanna forsætisráðfrúnna, siga bæði Løkke og Ellemann.

Vinstraformaðurin Jakob Ellemann-Jensen er í dag til stjórnarsamráðingar á Marienborg. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

##med2##

 

Hoyrið vinstraformannin, Jakob Ellemann-Jensen í ljóðbrotinum omanfyri

 

Formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, krevur ikki longur eina advokatkanning av ábyrgdini hjá Mette Frederiksen í minkamálinum, um hann fer við í eina breiða stjórn.

Tað sigur hann undir stjórnarsamráðingunum á Marienborg nú seinnapartin.

Áðrenn samráðingarnar fóru í gongd um middagsleitið hevði Lars Løkke Rasmussen somu boð.

Teir báðir flokkarnir eru í nú hjá Mettu Frederiksen, sum tey royna at semjast um at fáa eina breiða stjórn.

Jakob Ellemann-Jensen nevnir, at Lars Løkke áður segði, at tað ber ikki til at byrja eitt stjórnarsamstarv við eini løgfrøðiligari kanning av forsætisráðfrúnni.

– Tí eri eg samdur við honum í, sigur Vinstra-formaðurin.

Bæði Jakob Ellemann-Jensen og Lars Løkke fóru annars til val upp á eina advokatmeting av minkamálinum fyri at seta eitt »virðiligt punktum«.

Meirilutin í Fólkatinginum fyri eini advokatmeting er nú burtur.

Jakob Ellemann-Jensen viðgongur, at talan er um lyftisbrot.

– Ja, tað er greitt, at eg fór til val upp á nakað annað, sigur hann.

Uppskotið hjá Lars Løkke til tað sonevnda virðiliga punktum sigur millum annað, at minkaalarar skulu hava endurgjaldið skjótari og at Løgmálaráðið skal býtast sundur, so eitt mál sum minkamálið ikki skal henda aftur.

»Virðiliga punktumið« hjá Jakob Ellemann-Jensen hevur sama innihald.

– Tað, sum hevur týdning fyri meg, er at fáa ein ordiglian enda á hesum málið.

– At minkaalarar fáa teirra endurgjald og munandi skjótari, enn tað er lagt upp til.

Harafturat sigur hann, at tað skulu leggjast »nakrar trygdir inn í okkara máta at rega eina stjórn, sum tryggjar, at slíkt ikki kann endurtaka seg í framtíðini«.

Fyrr í dag hava somu tónar verið at hoyrt frá Danske Minkavlere.Við TV2 News hevur Tage Pedersen, formaður, sagt, at minkaalararnir fegnir vilja hyggja frameftir.

Tað hevur við sær, at tað hevur størri týdning, at tað kemur skil á endurgjaldinum skjótari enn ein advokatkanning.

Um verandi stjórnarsamráðingarnar sigur Jakob Ellemann-Jensen, at »tingini flyta seg í rættan rætning«.

– Tað hevur eisini tikið eitt sindur av tíð. Tað er nógv viðurskifti, har vit hava nærkast hvørjum øðrum, og sum vit hava brúkt nógva tíð at kjakast um.

Ein av spurningunum er advokatmetingin, nevnir hann. Her hava tey »ikki havt somu metingar um tingini«.

Ellemann-Jensen leggur dent á, at »tað skal meira til, enn tað sum eg fór til val uppá«, áðrenn Vinstri fer við í eina breiða stjórn undir leiðslu av Javnaðarflokkinum.

– Vit skulu hava tey at viðganga nakað, og vit skulu síggja nakað, sum ikki hevði kunnu latið seg gjørt við hvørki eini reyðari stjórn ella eini bláari stjórn. Annars hevur tað fyri meg onga meining at fara í stjórn.

– Men hava vit hinvegin tað, so er tað ikki soleiðis, at vit hava eitt treytaleyst krav, sum ruddar alt av vegnum, sigur hann.

/ritzau/

 

Vinstraformaðurin Jakob Ellemann-Jensen er í dag til stjórnarsamráðingar á Marienborg. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix