At latínska navnið á fiskinum byrjar við “sebastes”, sigur okkum, at hann er í slekt við kongafisk.
Á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni eru trý sløg av kongafiski nevnd, og tey byrja øll við navninum “sebastes”. Vit duga tó ongan ”sebastes” at finna, sum endar við navninum ”borealis”.
Men sebastes borealis er kortini ikki heilt ókendur.
Á heimasíðuni fáa vit at vita, at trantkongafiskur á latínskum eitur “sebastes mentelle”, lítli kongafiskur “sebastes viviparous”, og stóri kongafiskur “sebastes marinus”.
Eftir støddini á fiskinum, sum menn í Alaska fingu, minnir hesin mest um stóra kongafiskin, sum sambært
Fiskirannsóknarstovuni fæst á millum 100 og 1000 metra dýpi og kann gerast upp til ein metur langur.
Fýra sløg
Fiskifrøðingurin, Jákup Reinert, sigur, at her í Norðuratlantshavi eru bert fýra sebastes-kongafiskasløg. Umframt tey áðurnevndu, er ein sera stórur kongafiskur, sum minnir um stóra kongafisk, av og á fingin ymsastaðni um okkara leiðir og eisini undir Føroyum. Hesin verður róptur “giant” sebastes marinus.
Jákup Reinert sigur, at fyri nøkrum árum síðan var nakað av hesum ”giant” kongafiski fingið, serliga við línu á Reykjanesrygginum, beint við íslendska sjómarkið.
- Líkheitin við sebastes marinus var stór, men arvaligar kanningar bendu á, at hetta kundi vera eitt serstakt slag. Stórar ætlanir vóru við hesum fiskinum, og eitt nú skipaðu føroyingar fyri royndarfiskiskapi eftir honum. Men sum so ofta, tá talan er um so gamlar fiskar, var gleðin stokkut. Eftir 2-3 árum var alt burtur, sigur Jákup Reinert, sum vísir á, at smárit er skrivað um hesar royndir.
Hann vísir annars á, at í Kyrrahavinum og við vesturstrond Ameriku eru heilt nógv kongafiskasløg.
- Tað er ikki serliga nógv til av teimum øllum, men lokalt hava tey týdning. Eitt av hesum sløgum er hesin sebastes borealis, ið fiskimenn í Alaska herfyri fingu.
Norður-kongafiskur
Jákup Reinert heldur, at hesin kongafiskur á føroyskum kanska kundi verið róptur norður-kongafiskur.
- Sebastes borealis er óivað stórur og gamal í mun til tað, vit vanliga síggja. Uttan at hava nakað vísindaligt prógv fyri hesum, kundi hetta verið eitt serbrigdi, ið kann samanberast við áðurnevnda "giant" sebastes marinus, heldur fiskifrøðingurin.
Myndatekstur: (Maður við fiski… )
Enn er neyvi aldurin á hesum sebastes borealis (kongafiski) ikki staðfestur, men hildið verður, at hann er øðrumegin 100 ára gamalur