Elmar Højgaard, stjóri á Vørn og Fiskiveiðieftirlitinum, ger nú viðmerkingar til grein, sum stóð á in.fo í gjár.
- Í greinini við yvirskriftini “Sluppu við einari ávaring”, verður ført fram, at mál um brot á mynstringarlóggávuna, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sent til fútan, hava verið skrivað á ein slíkan hátt og eru tekniskt so mangulfull, at politiið ikki hevur gjørt nakrar kanningar í málunum.
Lagt verður aftrat, at hesi brot eru farin aftur við borðinum, orsaka av, at fútin ikki hevur uppfatað, at hesi mál skuldu fáa víðari viðgerð hjá fútanum.
Elmar Højgaard greiðir frá, at Fiskiveiðieftirlitið síðan 2007 hevur sent mál um brot á umrøddu lóggávu til fútan.
- Fyri at tryggja, at málini, sum vórðu latin fútanum, vóru nøktandi upplýst, setti Fiskiveiðieftirlitið seg í 2009 í samband við fútan til tess at fáa øll formlig viðurskifti upp á pláss hesum viðvíkjandi.
Hann vísir á, at mannagongdir tá vórðu gjørdar í samráð við fútan, og serstakt oyðublað varð í hesum sambandi gjørt við heitinum “Brot á løgtingslóg um mynstring”.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur ilt við at skilja, at eitt oyðublað við tílíkari yvirskrift, hvar tað harumframt í oyðublaðnum beinleiðis verður heitt á fútan um at skuldseta skiparan á viðkomandi fari fyri brot á løgtingslóg um mynstring, skal verða so illa orðað, at fútin ikki skilur henda boðskap.
Hann sigur, at samsvarandi avtalaðu mannagongd vórðu kanningarskjøl og onnur skjøl latin fútanum sum fylgiskjal til oyðublaðið.
- Vit hava latið fútanum hesi mál í góðari trúgv um, at alt var sum avtalað. Vit hava eisini fingið boð frá fútanum, eitt nú um eitt mál frá 2006 og 15 mál frá 2011, har boðað varð frá, at málini vórðu avgreidd, og at ákærdi hevði viðtikið at gjalda sektaruppskot frá fútanum.
Elmar Højgaard sigur, at av tí, at øll mál, sum hava verið send fútanum, eru eins, hevur Fiskiveiðieftirlitið ilt við at skilja, um fútin, soleiðis sum greinin førir fram, ikki hevur uppfatað, at øll hesi mál skuldu fáa víðari viðgerð av fútanum. |