Elon Musk veitir iranum ókeypis internet

Elon Musk hevur áður veitt ókeypis internet um sína Starlink-tænastu, bæði til ukrainskar borgarar og ukrainska herin síðan Russland leyp grannalandið

Bloomberg veit í kvøld at siga, at Starlink hjá ríkmanninum, Elon Musk, nú bjóðar iranum ókeypis internet, og Starlink-tænastan til SpaceX er nú tilgongilig í Iran uttan kostnað.

 

Mett verður, at 50.000 Starlink-eindir eru smuglaðar inn í Iran, hóast tær eru ólógligar í landinum. 

 

SpaceX hevur tikið burtur gjaldið fyri Starlink-internet í Iran í einari tíð, har nógv fólk eru dripin í mótmælistiltøkum, samstundis sum myndugleikarnir í landinum hava sløkt fyri internetinum.

 

Fólk, sum hava kunnleika til Starlink-virksemið, vátta yvirfyri Bloomberg, at internettænastan hjá Elon Musk nú er ókeypis í Iran.

 

Ríkmaðurin hevur áður veitt ókeypis internet um sína Starlink-tænastu. Hann veitti eisini ókeypis internet, bæði til ukrainskar borgarar og ukrainska herin, eftir at Russland leyp grannalandið.