79 ára gamli amerikanski forsetin sigur seg ikki vita, hvør Jens-Frederik Nielsen, 34 ára gamli landsstýrisformaðurin í Grønlandi, er

Trump: Hatta verður ein stór­ur trup­ul­leiki hjá grøn­lendska leiðaranum

Útsøgnir um framtíðina hjá Grønlandi verða ein stórur trupulleiki hjá grønlendska landsstýrisformanninum, sigur Donald Trump.

79 ára gamli amerikanski forsetin sigur seg ikki vita, hvør Jens-Frederik Nielsen, 34 ára gamli landsstýrisformaðurin í Grønlandi, er

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur svarað tíðindafólkum uppá útsagnir hjá landsstýrisformanninum í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen.

 

Trump veit ikki, hvør Jens-Frederik Nielsen er - men útsagnir hansara um, at Grønland velur Danmark fram um USA, verða ein stórur trupulleiki, sambært amerikanska forsetanum.

 

Tað skrivar Bloomberg seint í kvøld.

 

– Tað er teirra trupulleiki. Eg eri ósamdur við teimum. Eg veit ikki, hvør hann (Jens-Frederik Nielsen, red.) er, eg veit einki um hann, men tað fer at verða ein stórur trupulleiki hjá honum, sigur Trump, tá ið journalistar spyrja hann um málið.

 

Jens-Frederik Nielsen segði fyrr týsdagin á tíðindafundi, at Grønland stendur í egnum rætti og vil ikki vera partur av USA, men Danmark.

 

– Vit eru í geopolitiskari kreppu. »Skulu vit velja ímillum USA og Danmark her og nú, so velja vit Danmark. Vit velja NATO, danska kongaríkið og ES,« segði grønlendski landsstýrisformaðurin.

 

Hann segði eisini stuðulin úr Evropa og Danmark vera "heilt avgerandi".

 

Mikudagin fara danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendski uttanríkisráðfrúan, Vivian Motzfeldt, til USA.

 

Her fara tey at hitta amerikanska varaforsetan J.D. Vance og amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio í Hvítu Húsunum í Washington D.C.

 

Donald Trump hevur leingi víst á ynski um at yvirtaka Grønland, og seinastu mánaðirnar eru spenningarnir millum Danmark, Grønland og USA øktir.

 

Trump hevur ikki útilokað at brúka amerikanska herin til at røkka málinum um at fáa valdið á Grønlandi.

 

Fríggjadagin kemur ein sendinevnd við tilsamans átta senatorum og limum í Umboðsmannatinginum eisini til Keypmannahavnar at hitta umboð frá donsku stjórnini og grønlendska landsstýrinum umframt vinnulívsleiðarar.

 

Tað hevur skrivstovan hjá demokratiska senatorinum Chris Coons boðað frá.

 

Væntandi koma fleiri luttakarar við í sendinevndina, varð sagt.

 

/Ritzau/

 

79 ára gamli amerikanski forsetin sigur seg ikki vita, hvør Jens-Frederik Nielsen, 34 ára gamli landsstýrisformaðurin í Grønlandi, er