Elsa avloysir Duritu

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars

Mynd: (HSF)

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars. Durita Christophersen Jojic hevur givið avboð og hevur landsliðsvenjarin Sonni Larsen úttikið Elsu Egholm úr H71 í hennara stað.

- Elsa var ein av eyðsýndu spælarunum á U19-landsliðnum, sum millum annað vunnu á Hollandi og Norðurmakedonia í fjør, skrivar Hondbóltssambandið.

Málverjar:

Annika Fríðheim Petersen, Haukar

Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold

Vengur:

Tóra Eliasen, Stjørnan

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK

Brynhild Pálsdóttir, H71

Strikur:

Petra Larsen, Neistin

Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71

Pernille Brandenborg, Randers HK

Bakkar:

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK

Bára Krossteig Hansen, Kyndil

Maria Halsdóttir Weyhe, H71

Súna Krossteig Hansen, Kyndil

Jana Mittún, H71

Elsa Egholm, H71

Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71

Dystirnir verða spældir ávikavist í Føroyum mikudagin 2. mars klokkan 19.00, og í eysturríkska býnum Maria Enzerdorf  leygardagin 5. mars  klokkan 16.30.

Mynd: (HSF)