Elton John sjey tímar í Føroyum

Fyrsta vitjanin hjá Elton John í Føroyum verður seks tímar og 40 minuttir long. Flogfarið við honum kemur úr Farnborough klokkan 15:20 og fer aftur til Heathrow klokkan 22 í kvøld.

Konsertin verður á Tórsvølli í Havn í kvøld klokkan 19. Dyrnar lata upp klokkan 17:30, tá Kim Hansen fer at hita upp við klaverið.

 

Elton John hevur so pallin tøkan í einar tveir tímar.