Oljuleting
Landsstýrismaðurin ásannar, at tað gekst ikki sum vónað og ætlað við hesum brunninum heldur, men samtíðis leggur hann dent á, at allar súðir eru ikki syftar, tí helvtin av brunnunum resta í at verða boraðir. Sjálvur er hann framvegis bjartskygdur og heldur, at fyrr ella seinni verður troffið við lønandi oljufund á landgrunninum. Hann ivast onga løtu í, at oljan finst í okkara undirgrund. Spurningurin er bara um at vísa tol. Samtíðis vísir hann eisini á, at hinir brunnarnir hava ikki allir verið negativir. Teir hava staðfest kolvetni og eina virkna oljuskipan, og brunnurin hjá Hess kann entá gerast ein lønandi oljukelda, tá avtornar.
Eyðun Elttør sær tað tí heldur ikki sum nakra misálitsváttan á seg og sítt arbeiði og sigur einum brosi, at hann ætlar sær ikki at leggja frá sær, nú einki lønandi fund er gjørt, tá helvtin av brunnunum eru boraðir.
-Tað síggi eg onga orsøk til. Fýra brunnar eru eftir at bora, og tann ætlanin verður so framd komandi árini. ?Tað eru annars upp og niðurgangstíðir í fiskvinnuni, men har verður so ikki tosað um, at ráðharrar skulu leggja frá sær.
-Er tað ikki eitt stórt vónbrot, at hesin 4. brunnurin ikki gav veruligt úrslit?
-Tað er altíð eitt vónbrot, at ein brunnur er turrur. Men eg haldi ikki vit vera skulu vera so vónbrotin, at vit ikki megna at hyggja frameftir. Eg ivist ikki í, at oljufeløgini fara at hyggja væl eftir úrslitunum av teimum fyrstu fýra brunnunum og brúka tey til at endurskoða sínar komandi ætlanir.
-Sær tú møguleika fyri at flyta onkran brunn úr 1. umfari til 9 ára loyvi ella annað loyvisumfar?
-Sum støðan er nú so skulu teir fýra brunnarnir borast, har loyvini eru latin. Eg haldi meg til tær avtalur, sum eru gjørdar og sum galda í løtuni.
Eyðun Elttør sigur, at tey samráðast í løtuni við oljufeløgini um 9 ára loyvini. Tað sær rættiliga spennandi út.
Nýggj útbjóðing
Eyðun Elttør váttar, at tey í Oljumálaráðnum arbeiða miðvíst við eini nýggjari útbjóðing. Tað verður innanhýsis viðgjørt av jarðfrøðingunum. Og í heyst fara tey at tosa við oljufeløgini. So um nýggjarsleiti vita vit betri. Kanska ein kann bjóða út til várs, soleiðis at fyrstu loyvini verða latin næsta heyst. Men tá skal eisini alt fella uppá pláss og ganga væl sigur landsstýrismaðurin.
Hann vónar annars, at oljufeløgini fara at hava áhuga fyri einum nýggjum umfari, og at okkurt nýtt felag kemur inn á økið aftrat.
Ein nýggj runda fer at verða norðan og vestan fyri verandi leitingarøki.
-Er tað ikki í so bjartskygt, tá hugsað verður um úrslitið higartil?
-Tað haldi eg ikki. Samanbera vit við onnur leitiøki, so tekur tað eisini tíð at raka við olju, og nú olja er staðfest her, nýtist tað ikki at ganga alt ov rúm tíð, til eitt lønandi felt verður funnið.
-Nógv verður tosað um sparing. Er tað ikki pláss fyri sparingum í Oljumálaráðnum, nú eingin olja verður funnin, og útlitini eru ivasom?
-Vit skulu sjálvandi eisini spara sum onnur ráð. Men vit hava framvegis nógv arbeiði at gera. Fýra brunnar aftrat sum sagt, 9 ára loyvini bíða og ein nýggj runda skal eisini leggjast til rættis.
Eyðun Elttør heldur annars ikki Oljumálaráðið verða nakað stórt ráð í oljuhøpi. Verður olja funnin, so verður tað tvørturímóti neyðugt at økja um fyrisitingina. Og tað kann henda innan rímuliga tíð.