Elvis hevði fylt 85 ár í dag, um hann var á lívi.
Rock-kongurin Elvis sá dagsins ljós 8. januar í 1935 í Tupelo, Mississipi, USA. Elvis Aaron Presley legði seg á odda innan nútímans tónleikin, rock’n roll, sum kom fram síðst í fimmtiárunum. Hansara rødd, og pallframførsla hansara, legði lunnar undir alt sum hendi innan nýggja tónleikin, og hann fekk navnið King of Rock’n Roll, og hetta helt fram, og helst lá hann á odda, til The Beatles í sekstiárunum komu fram.
Elvis doyði 16. august í 1977.
Ein onnur stór tónleikastjørna, sum ikki er millum okkum longur, hevði eisini fylt ár í dag. Talan er um bretska tónleikaran David Bowie.
David Robert Jones sá dagsins ljós 8. Januar í 1947, og gjørdist kendur innan tónleik og film. Hann royndi seg innan fleiri tónleikasløg, t.d. glamrock, artrock og pop.
David Bowie andaðist 10. Januar 2016.