EM: Føroyar koma bara at gerast betri við tíðini

Slovenski leikarin, Miha Zarabec staðfestir ein harðvunnan sigur á Føroyum

Miha Zarabec

Norska blaðið, VG gjørdi ígjár eina stutta samrøðu við 32 ára gamla slovenska landsliðsleikaran, Miha Zarabec sum skoraði sjey mál móti Føroyum í Mercedes Benz Arena í Berlin.

 

- Eg haldi, at øll kunnu vinna á øllum. Hondbólturin hevur høga leikferð í dag. Um tú hevur ein góðan dag kanst tú vinna á einum og hvørjum liði. Tað er eingi vánalig mótstøðulið í okkara bólki. Um tú vilt vera best mást tú vísa tað her, sigur Miha Zarabec við VG.

 

- Tað var ein torførur dystur. Føroyar eru eitt fantastiskt lið. Teir hava góðar spælar og spæla góðan hondbólt. Hatta var ein sera torførur dystur fyri okkara verju. Í árunum sum koma vilja Føroyar bara gerast betri. Tað er ikki einfalt at spæla ímóti teimum, staðfestir Miha Zarabec í samrøðuni við VG.

 

Spurdur um hvussu tað var at vera upp ímóti teimum mongu føroysku áskoðarunum, svarar Miha Zarabec: - Tað var ein fantastisk atmosfera. Tey liva fyri hendan ítróttin. Allan heiður til tey. Vit spæla í Týsklandi, men kortini komu so nógv fólk úr Føroyum higar. Eg eri glaður teirra vegna, og glaður fyri, at vit vunnu. Men hetta er ein torførur bólkur. Eg eri vísur í, at øll lið fáa trupuleikar við Føroyum, sigur Miha Zarabec.

 

 

 

 

 

Miha Zarabec