Evropeiska hondbóltssambandið, EHF hevur kunngjørt hvørjir leikarar eru valdir á EM All Star liðið.
Vinstri vongur: August Pedersen (Noreg)
Vinstri bakkur: Simon Pytlick (Danmark)
Spælskipari: Gísli Kristjánsson (Ísland)
Høgri bakkur: Francisco Costa (Portugal)
Høgri vongur: Mario Sostarić (Kroatia)
Strikuleikari: Johannes Golla (Týskland)
Málverji: Andreas Wolff (Týskland)
Harumframt letur EHF hesar virðislønirnar:
Verjuleikari: Salvador Salvador (Portugal)
Besti ungi leikarin: Francisco Costa (Portugal)
MVP: Mathias Gidsel (Danmark) - Mest virðismikli leikarin
Portugiski javnaldrin hjá Óla Mittún, Francisco Costa vann sostatt tveir heiðrar.











