Eisini ungarski landsliðsvenjarin, Chema Rodriguez hevur kunngjørt sín hóp til EM-endaspælið í manshondbólti.
Ungarn verður í innleiðandi bólki F, ið verður leiktur í Kristianstad í Svøríki.
Ungarn er í bólki saman við Íslandi, Póllandi og Italia. Hetta verður fjórða EM-endaspælið á rað, at Ísland og Ungarn møtast í EM-endaspælinum. Ungarn vann í 2020 og 2024, meðan Ísland vann í 2022. Men tað er einki at dylja yvir, at hetta er mótstøðuliðið íslendingar ræðast mest.
Her er EM-hópurin hjá Ungarn:
Málverjar: László Bartucz (MT Melsungen), Kristóf Palasics (MT Melsungen), Arián Andó (MOL Tatabánya KC).
Høgru vengur: Bence Imre (THW Kiel), Zsolt Krakovszki (ETO University HT), Pedro Rodríguez (MOL Tatabánya).
Høgru bakkar: Zoran Ilic (Orlen Wisla Plock), Máté Ónodi-Jánoskúti (USAM Nimes Gard).
Spælskiparar: Gergő Dazekas (Orlen Wisla Plock), Egon Hanusz (Cesson Rennes), Péter Lukács (Elverum), Andrej Pergel (La Rioja).
Strikuleikarar: Bence Bánhidi (OTP Bank-Pick Szeged), Miklós Rosta (Dinamo Búkarest), Adrián Sipos (MT Melsungen).
Vinstru bakkar: Richard Bodó (OTP Bank-Pick Szeged), Patrik Ligetvari (One Veszprem HC), Zoltan Szita (Orlen Wisla Plock).
Vinstru vengur: Bóka Bendegúz (KSE Balatonfüred), Bence Krakovszki (MOL Tatabánya).











