Russisk bumbuflogfør hava flogið yvir Norskahavium

Russisk strategisk bumbuflogfør hava verið norðanfyri Skandinavia, upplýsir russiska verjumálaráðið.

Russland hevur framt flúgving við strategiskum bumbuflogførum yvir Norskahavið og Barentshavið.

Tað upplýsti russiska verjumálaráðið í morgun, sambært tíðindastovuni Reuters.

Í fráboðanini stendur ikki, nær umrødda flogferðin skuldi havt verið, men talan var eftir øllum at døma um eitt Tupolev TU-95 flogfar.

Og grannalondini varnaðust flúgvingina.

– Á ávísum pørtum av farleiðini vóru strategisku bumbuflogførini fylgd av jagaraflogførum úr øðrum londum, skrivar ráðið.

Fyrr í hesum mánaðinum reageraðu Suðurkorea og Japan, tí russisk og kinesisk hernaðarflogfør komu nærri. Hetta var eisini eftir øllum at døma eitt TU-95 flogfar.

Russiska uttanríkisráðið sigur, at slík flúgving fer fram regluliga og er í samsvari við altjóða lóg.

 

/Ritzau/