EM: Her er skráin fyri bólk E (bólkurin hjá Svøríki)

Bólkur E verður leiktur í Malmö Arena

Mynd: Handbollslandslaget.se

Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki. 

 

Vertstjóðin, Svøríki mannar innleiðandi bólk E saman við Niðurlondum, Kroatia og Georgia. Svøríki og Kroatia eru favorittar, men Niðurlond kunnu á einum góðum degi gera lívið súrt fyri Svøríki og Kroatia. 

 

Bólkur E verður leiktur í Malmö Arena, har Føroyar koma at leika, um okkara vinna seg víðari til millumumfarið.

 

Skráin fyri bólk E: 

 

17. januar: Kroatia – Georgia, kl. 17.

17. januar: Svøríki – Niðurlond, kl. 19.30.

19. januar: Niðurlond – Kroatia, kl. 17.

19. januar: Georgia – Svøríki, kl. 19.30.

21. januar: Niðurlond – Georgia, kl. 17.

21. januar: Svøríki – Kroatia, kl. 19.30.

 

Mynd: Handbollslandslaget.se