Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, greiða frá aktuellu støðuni á tíðindafundi í Speglsalinum í Forsætismálaráðnum. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Landsstýr­is­for­mað­ur­in í Grøn­landi: Vit velja Danmark

Eftir ófriðin seinastu tíðina sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, at framtíðin liggur hjá Danmark og ikki hjá USA.

Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, greiða frá aktuellu støðuni á tíðindafundi í Speglsalinum í Forsætismálaráðnum. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

 

Grønland vil ikki vera partur av USA, men partur av Danmark.

 

Tað sigur Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, eftir ófriðin seinastu tíðina, har USA vil yvirtaka Grønland, hóast londini bæði eru sameind.

 

– Vit eru í geopolitiskari kreppu. Um vit skulu velja ímillum USA og Danmark her og nú, so velja vit Danmark. Vit velja NATO, danska kongaríkið og ES.

 

– Tíðin er ikki komin til innanhýsis orðaskifti og spjaðing. Tíðin er at standa saman og byggja felagsskapin, sum vit kenna, sigur hann á tíðindafundi í danska forsætismálaráðnum í dag, har hann kallar stuðulin úr Evropa og Danmark "heilt avgerandi".

 

Fleiri fólk í Danmark hava kravt eina greiða yvirlýsing frá Grønlandi, so londini bæði kunnu standa saman ímóti áhugamálunum hjá stórveldinum, sum hevur skapt yvirskriftir kring heimin. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ikki noktað at nokta at brúka vald.

 

Jens-Frederik Nielsen greiðir frá, at øll skulu virða altjóðarætt og friðhalgaðan ognarrætt

 

av økjum. Grønland ynskir ein friðarligarligt samskifti, sum byggir á samstarv.

 

– Men øll mugu skilja eitt. Grønland vil ikki, at USA skal eiga Grønland. Grønland vil ikki verða stýrt av USA, Grønland vil ikki vera partur av USA. Vit velja tað Grønland, vit kenna í dag, sum er partur av Danmark, sigur formaðurin í grønlendska landsstýrinum.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, sigur á tíðindafundinum, at smá lond ikki skulu óttast stór lond, og at tú ikki kanst broyta landamørk við valdi ella keypa eitt annað fólk.

 

– Tað hevur ikki verið lætt at staðið upp ímóti fullkomiliga óhóskandi trýsti frá okkara nærmastu sameindu í ein mansaldur. Men tað er nógv, sum bendir á, at tann harðasti parturin framvegis er fyri framman, sigur Mette Frederiksen.

 

Hon greiðir frá, at Danmark er til reiðar at gera enn meira íløgur í eftirlit og trygd í Arktis, og at amerikanarar hava breiða atgongd til økið.

 

USA hevur avtalu við Danmark, har tey eftir áheitan kunnu hava fleiri herfólk í Grønlandi, men hava minkað munandi seinastu áratíggjuni og hava bert eina støð eftir.

 

– Snýr tað seg um trygdina í Arktis, so eru vit drivin av einum fullkomiliga stálkendum vilja at tryggja trygdarpolitikkin. Tað hava vit víst í nógv ár. Og vit eru sinnað at gera íløgur í tað, sum tørvur er á, sigur hon.

 

Danmark og Grønland fara til USA á fund í Hvítu Húsunum í morgin.

 

Her fara tey at hitta amerikanska varaforsetan J.D. Vance og amerikanska uttanríkisráðharran Marco Rubio í Hvítu Húsunum í Washington D.C.

 

Jens-Frederik Nielsen verður spurdur, hvussu tey fara at reagera, um Grønland verður biðið um at tosa við amerikanarar einsamøll uttan Danmark.

 

– Vit standa saman í hesi støðuni. Vit standa saman í danska kongaríkinum. Vit koma inn í stovuna saman, og vit tosa við amerikanararnar saman, sigur hann um fundin mikudagin.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, greiða frá aktuellu støðuni á tíðindafundi í Speglsalinum í Forsætismálaráðnum. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix