Landsliðsvenjarin hjá ferfaldu heimsmeistarunum, Danmark, Nikolaj Jacobsen kunngjørdi ígjár EM-hópin.
Danmark er saman við Svøríki og Noregi vertstjóð á hesum sinni. Danmark er í innleiðandi bólki B, ið spælir í Boxen í Herning. Mótstøðuliðini eru Portugal, Norðurmakedonia og Rumenia. Ein bólkur, ið Danmark er stórfavorittur til at vinna.
Jóhan á Plógv Hansen, ið hevur vunnið fýra HM-gull, OL-silvur á einum sinni, og EM-bronsu á einum sinni er millum teir kosnu hjá Nikolaj Jacobsen. Jóhan hevur tó ikki fingið so nógva spælitíð í teimum avgerandi dystunum í undanfarnu endaspølunum.
Nikolaj Jacobsen hálaði eina kanin úr hattinum ígjár. Hann hevur tikið út 23 ára gamla spælskiparan, Mads Svane hjá Bjerringbro-Silkeborg, ið enn hevur fyrsta A-landsdystin til góðar.
Nógvir danskir miðlar høvdu væntað, at liðfelagin hjá Óla Mittún í GOG, 21 ára gamli høgru bakkurin, Hjalte Lykke fór at vera millum teir kosnu aftaná eitt higartil ótrúliga gott kappingarár í GOG, men tað gjørdist ikki á hesum sinni, at Hjalte Lykke sleppur við til eitt endaspæl.
Danmark leggur fyri við dysti móti Norðurmakedonia 16. januar.
Her er danski EM-hópurin:
Málverjar:
Emil Nielsen, FC Barcelona
Kevin Møller, SG Flensburg-Handewitt
Vengur:
Emil Jakobsen, SG Flensburg-Handewitt
Magnus Landin, THW Kiel
Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg AGF Håndbold
Niclas Kirkeløkke, SG Flensburg-Handewitt
Frederik Bo Andersen, HSV Hamburg
Strikuspælarar:
Magnus Saugstrup, SC Magdeburg
Lukas Jørgensen, SG Flensburg-Handewitt
Simon Hald, Aalborg Håndbold
Emil Bergholt, Skjern Håndbold
Bakkar:
Mathias Gidsel, Füchse Berlin
Mads Hoxer, Aalborg Håndbold
Simon Pytlick, SG Flensburg-Handewitt
Rasmus Lauge, Bjerringbro-Silkeborg
Lasse Andersson, Füchse Berlin
Lasse Møller, SG Flensburg-Handewitt
Mads Mensah, Skjern Håndbold
Mads Svane, Bjerringbro-Silkeborg











