Í einari pensjónsskipan virkar váðin á tann hátt, at øll, ið liva skaðafrítt og leingi fáa avkast frá teimum, ið doyggja á ungum árum. Afturfyri fáa tey heilsuveiku tryggingarveitingar tá og um skaðin hendir. Í Føroyum sleppa øll ikki upp í part.
Pensjónsfeløg og bankar, væl stuðlaði av politisku skipanini og fakfeløgunum, seta avmarkingar móti borgarum, ið ikki hava góða heilsu. T. d. sleppa hesir borgara ikki uppí part, tá talan er um lívstryggingar og óarbeiðsføri. Hesir borgarar eru tó tvingaðir til at fíggja aldurdómin hjá teimum, ið, við góðari heilsu, fáa langt lív.
Hugsað dømi. Eitt ungt par við tveimum børnum hevur júst tikið lán til ein bústað. Pápin hevur høgt BMI og situr í rullistóli. Av somu orsøk fær hann ikki lívstrygging ella trygging móti óarbeiðsføri. Doyr hann t.d. sum 30 ára gamal, so situr ein mamma eftir við tveimum børnum og skuld, ið hon ikki megnar at bera einsamøll. Ongin lívstrygging ella uppsparing er at dekka fíggjarliga tapið og óvissuna, tí hesi sloppu ikki við at neutralisera sín váða.
Hvat skal mamman gera við stórari skuld, tveimum børnum og bert einari inntøku, ongari trygging ella uppsparing? Hon kann fara til ommuna ella abban, ið møguliga hava spart upp og goldið skuld niður, men tað er treytað av, at hon hevur hendan møguleikan. Um ikki, hvat skal hon so gera?
Lat okkum ímynda okkum, at vit avskaffaðu allar pensjónsskiparnirnar. Onki AMEG, ongin fólkapensjón, ongin fyritíðarpensjón, ongin tvungin uppsparing, ongin óarbeiðsføristrygging ella lívstrygging. Ein skipan har øll kundu sjálvi gera av, hvussu nógv tey valdu at spara upp og nær, og um tey ynsktu at tekna tryggingar - givið nakar vildi selja teimum trygging. Í slíkari skipan høvdu nógv klárað seg útmerka væl, tí flestu fáa eitt langt og skaðafrítt lív, ið gevur góðar møguleikar at spara upp, og dekka ymsar váðar á vegnum. Tó ikki øll!
Í einari støðu, har øll gera sum tey vilja, hevði tá tann, ið kann vænta sær eitt langt og skaðafrítt lív átikið sær deyðs- og óarbeiðsførisváðan einsamallur? Um ikki, hví skal so tann, ið ikki kann vænta eitt langt og skaðafrítt lív, tvingast til at fíggja aldurdómin hjá viðkomandi? Og hví skal so hesin ganga við til at stytta um sítt pensjónstíðarskeið við einari hækkan av pensjónsaldrinum, tá skipanin ikki vil hjálpa honum, tá hann hevur brúk fyri trygging?
Vit skilja hetta, tá tað kemur til heilsubót á sjúkrahúsinum ella tá arbeiðsloysið rakar. Men av onkrari orsøk vilja vit ikki skilja tað, tá tað kemur til pensjón og pensjónsaldur. Tá eru veikaru bólkarnir sleptir uppá fjall, men tvingaðir at fíggja aldurdómin hjá sterkaru bólkunum.
Skal hetta verða ein viðmerking til politisku skipanina, landstýriskvinnuna, fakfeløgini, Búskaparráðið og Landsbankan, so er tað hetta: Tey, ið hava skil fyri pensjónsskipanum, hava ikki trupulleikar við einari pensjónsskipan har pensjónsaldurin er 67, 69, 70 ella 80. Hvat pensjónsaldurin skal vera, er bara ein spurningur um, hvussu slík skipan verður sett saman. Tann føroyska pensjónsskipanin er djúpt órímilig, tá talan er um at neutralisera váðar. Hetta standa tit á odda fyri, og hava gjørt nú í fleiri áratíggu. Og tað hava tit ikki gjørt á ein rættvísan og neutralan hátt.











