Eli Tausen á Lava við nýggjum staklagi: “N.O.X.”

Tíðindaskriv:

Í dag hevur Eli Tausen á Lava útgivið staklagið “N.O.X.”, sum er næstsíðsta lag úr hansara komandi EP “Book of Lies”. EPin er skrivað við íblástri úr “The Book of Lies” eftir Aleister Crowley og kemur út í síni heild 9. januar.

 

Løgini, sum longu eru komin út, siga øll eina søgu: Í fyrsta lagnum, “Book of Lies”, hitta vit ein okkultist í einum myrkum kjallara, sum ákallar eina veru úr einum øðrum heimi.

 

Í næsta lagnum, “Hide Me (Son of Man)”, innsær hann, at gjørd gerð fær onga vend, og at tað, sum hann byrjaði nú skal fullførast.

 

Í triðja lagnum, “Waratah Blossoms”, endar hann í einum løgnum heimi, har alt sær út til at vera sum tað var, men einki er sum tað sýnist — ljósið er øðrvísi og alt tykist at vera ósjónliga sambundið.

 

Í hesum fjórða lagnum, “N.O.X.”, ger okkultisturin av, at hann má venda aftur til tann vanliga heimin. Hann stillir sítt sinn og savnar alla sína viljastyrki. Síðani roynir hann alt hann er mentur at venda aftur. Man hann klára tað?

 

“N.O.X.” kann hoyrast her: https://ffm.to/n-o-x