At tað hevur gingið væl á vøllinum, merkir ikki bara, at Ísland á næsta FIFA-styrkilistanum staðfestir støðu sína sum nógv tað besta norðurlandið og eitt av teimum allarfremstu í Europa, men ger eisini sítt til, at íslendskur fótbóltur fær nógvar pengar.
Í sambandi við, at UEFA økti um liðini úr 16 upp í 24 í hesum EM-endaspælinum, blivu nógv fleiri pengar at spæla um. Í mun til EM í Ukraina og Polandi í 2012, tá spælt varð um tilsamans góða 1,4 milliard krónur, er upphæddin hesaferð vaksin til 2,2 milliardir krónur.
Bara tað, at Ísland spældi seg til EM, hevur givið íslendska fótbóltssambandinum, KSÍ, 59 milliónir krónur í kassan, men av tí at so væl gekst, at Ísland kom víðari og enntá sendi Ongland heim úr áttandapartsfinaluni, fer samlaða upphæddin til íslendskan fótbólt upp á 105 milliónir krónur.
Menna landsliðsfótbóltin
Hevði Ísland vunnið á Fraklandi í kvøld, høvdu 32 milliónir krónur aftrat komið í kassan, og skuldi Ísland farið allan vegin og vunnið finaluna, hevði vinningurin verið tilsamans næstan 200 milliónir krónur – og tá er tað altso ikki íslendskar krónur, vit tosa um, men virði í okkara krónum!
Sum skilst, fara íslendsku spælararnir at fáa eina fitta gávu frá fótbóltssambandinum, nú alt er liðugt og teir fara heimaftur, men óansæð, so verður bróðurparturin eftir í kassanum. Og kenna vit íslendingar rætt, fer hvørt oyra til at menna íslendskan landsliðsfótbólt enn meira.
Svenski landsliðsvenjarin hjá Íslandi, Lars Lagerbäck, takkar nú fyri seg og hevur mælt KSÍ til at seta hjálparvenjaran hjá sær, Heimir Hallgrímsson, sum nýggjan venjara, og tað verður so hann, ið skal royna at fáa sum mest burturúr – bæði spælarum og pengum – so íslendska ævintýrið ikki steðgar her…