EM-reportasja úr Kroatia

(SportBoxin) Hoyr reportasjuna hjá Tróndi Arge, sum prátaði við U17 landsliðsvenjararnar og aðrar í føroyska EM-hópinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 fyrrapartin.

 

Vit hoyra eina reportasju, sum Tróndur Arge hevur gjørt í Kroatia, har prátað verður við persónar, sum eru partur av tí søguliga EM-hópinum.

 

Prátað verður við teir báðar U17 landsliðsvenjararnar, Áka Johansen og Pól F. Joensen. Eisini verður prátað við fysioterapeutin, Hera Johnsson og útgerðarmannin, Andrass Thomassen.

 

Í morgin klokkan 11 spælir føroyska U17 landsliðið ímóti Fraklandi, sum tapti 2-3 ímóti Ungarn í tí fyrsta dystinum. Føroyar taptu 0-2 ímótí Skotlandi. Tróndur Arge sigur frá dystinum. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 10. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.