Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki.
Vertstjóðin, Noreg mannar innleiðandi bólk C saman við verandi evropameistarunum, Fraklandi, Kekkia og Ukraina. Frakland má staðfestast at vera favorittur til at vinna bólkin, og Noreg at enda á øðrum plássinum.
Bólkur C verður leiktur í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo, ið er sama høll, har okkara bólkur, bólkur D verður leiktur.
Skráin fyri bólk C:
15. januar: Frakland – Kekkia, kl. 17.
15. januar: Noreg – Ukraina, kl. 19.30.
17. januar: Ukraina – Frakland, kl. 17.
17. januar: Kekkia – Noreg, kl. 19.30.
19. januar: Kekkia – Ukraina, kl. 17.
19. januar: Frakland – Noreg, kl. 19.30.











