Í annaðkvøld klokkan 19.30 verður sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Tá spæla Føroyar fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum.
Mótstøðuliðið í Unity Arena uttanfyri Oslo verður Sveis. Yvir 6.000 føroyskir áskoðarar fara at stuðla okkara monnum.
Sveis hevur eina lítla favorittstøðu hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,60.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,25.
Miðaloddsini upp á sveisiskan sigur eru 1,73.
HER eru oddsini:
##med2##












