Stóra føroyska EM-ævintýrið er liðugt á hesum sinni.
Tað endaði við einum 28-32 tapi fyri Pólandi í triðja og seinasta dystinum í innleiðandi bólki D.
Liðið hevur saman við teimum 5.000 føroysku fjepparunum gjørt Føroyum stóran heiður og æru.
Póland-Føroyar 28-32 (15-15)
Føroyar: Hákun West av Teigum 10/11, Elias Ellefsen á Skipagøtu 9/13, Vilhelm Poulsen 2/3, Rói Berg Hansen 2/5, Óli Mittún 2/5, Teis Horn Rasmussen 1/1, Leivur Mortensen 1/1, Helgi H. Hoydal 1/2.
Bjargingar: Nicholas Satchwell 3/13, Pauli Jacobsen 3/24.
Póland: Szymon Sicko 10, Kamil Syprzak 9, Piotr Jedraszczyk 6, Michal Daszek 3, Maciej Gabala 1, Jakub Szyszko 1, Mikola Czaplinski 1, Ariel Pietrasik 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Póland og Føroyar:
##med2##