Mikudagin 26. oktobur kl. 19.30 sýnir "Klipp" Filmsfelag Norðurlandahúsins danska filmin En familie í Havnar Bio. Leikstjórin er Pernille Fischer Christiansen og høvuðsleiklutin hevur Lene Marie Christensen.
Ditte (Lene Maria Christensen) rekur sítt egna gallerí, hevur ein deiligan sjeik (Pilou Asbæk) og beint um hornið bíðar dreymastarvið í New York.
Men Ditte er eisini yngsta ættarlið í tí víðagitna bakaraættini Rheinwald, og tá hennara hátt elskaði, men eisini ráðaríki pápi (Jesper Christensen), gerst álvarsliga sjúkur, stendur Ditte framman fyri einum avgerandi vali skal hon fara eftir dreyminum ella skal hon reka lívsverkið í familjuni víðari ?
En familie er ein hugtakandi filmur, ið sigur nógv um nútímans familjuna, um hina nýggju konuna, tey nýggju børnini og um at ríva seg leysa og finna sín egna veg.
Atgongumerkir kunnu keypast á nlh.fo