Endaðu við málveitslu

Vestmenningar lótu ongan iva vera um, at teir í løtuni eru besta liðið í landinum, tá teir leygardagin leiktu seinasta dystin á árinum

 

VÍF-StÍF 38-27 (22-13)


Hondbóltur


Hóast tað fyri langari tí síðani var avgjørt, at gullmerkini fyri hetta kappingarárið skuldu fara til Vestmanna, so var tó nakað av spenningi undan seinasts dystinum móti StÍF.

Strandingarnir eru nevnliga teir einastu, sum í ár hava megna at sett vestmenningum forðingar fyri. Ikki bara tóku teir øll á bóli, tá teir vunnu steypafinaluna, men eisini hava teir syrgt fyri, at menninir úr Vestmanna ikki sluppu at enda kappingarárið við fullum stigatali.


Skjót avgerð

Tískil høvdu vestmenningar nakað at hevna leygardagin, og tað tóktist eisini skjótt greitt, at teir veruliga ætlaðu sær at hevna seg inn á strandingarnar.

VÍF var snøgt sagt nógv grammari enn mótstøðuliðið, og tað gekk ikki long tíð, fyrr enn tað fór at dragna millum liðini, og eftir at VÍF hevði skotið fimm mál á rað, tóktist alt í roynd og veru at vera avgjørt.

Strandingar toktust hinvegin als ikki at vilja tað sama við dystinum sum vertirnir. Álopsspælið kom ongantíð uipp á tær hæddirnar, sum teir áður hava sýnt, at teir eru førir fyri, og í verjuni var nærlagni als ikki hitt sama, sum tað vanliga hevur verið. Tað var sostatt meira enn eina ferð, at Jóhan sást rópa eftir viðleikarunum, tí hesir ikki vóru nóg ansnir í verjuni, og tað skal eisini verða sagt, at málverjin hevði alla orsøk til at vera ónøgdur.


VÍF sýndu klassa

Fyri at venda aftur til vestmenningarnar, so sýndu teir í longum løtum av hálvleikinum, hví teir í ár hava verið nærum einaráðandi í bestu mansdeidlini.

Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt frameftir. Ikki minst tóktist Johnny Joensen at vera sera væl upplagdur, og tað tóktist líkamikið, um hann við fullari ferð fór einsamallur móti málinum, ella um hann tveitti seg inn frá strikuni. Úrslitið var hitt sama hvørja ferð, og munurin øktist støðugt.

Tá komið varð í helvt, vóru longu níggju mál á muni, í seinna hálvleiki tóktist tað ongan tíð vera soleiðis, at StÍF á nakran hátt skuldi fara at minka um munin. Heldur tóktist tað í løtum, sum um vestmenningar høvdu ætlanir um at økja enn meira, men gestirnir sluppu bíliga, tí VÍF seinasta hálva tíman hugsaði meira um undirhaldið enn um munin á máltalvuni.


Ikki tómhentir

Tá alt kom til alt, so hevði VÍF sostatt prógvað, at teir í løtuni eru so nógv tað besta liðið í landinum. Í hesum dystinum tóktust teir at hava tamarhald á snøgt sagt øllum plássum.

Hetta hevur eisini verið søgan megin partin av árinum, og so mugu vestmenningar bara læra at liva við, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna greipuna hetta kappingarárið. Fólkið høvdu teir til tað, men ta ferðina var dagurin bara ikki teirra, og ivaleyst eru strandingarnar eisini nøgdir um eitt gull- og eitt silvurmerki.

Tað var eisini júst hettta, sum formaðurin í HSF, Petur Ovi Petersen, legði dent á, tá hann eftir dystin hevði til uppgávu at handa steyp og heiðursmerki. Hann segði uttan stórvegis iva í røddini, at hetta árið hevði VÍF so avgjørt verið tað besta liðið, men legði í sama viðfangi afturat, at strandingar so avgjørt ikki fóru tómhentir heim eftir hálvt ár á ymsu hallargólvunum.


Dysturin í tølum

Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 9(3), Johnny Joensen 9, Áki Olsen 8, Marti Hummelsen 4, Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, John Zachariasen 2, Rógvi Nielsen 1

StÍF: Costin Dumitrescu 8(5), Artur Johansen 7, Kristian Petursson 4, Marius Joensen 3, Leivur Justinussen 3, Sveinbjørn Poulsen 2

Brotskøst: VÍF 4, VÍF 5

Útvísingar: VÍF 2, StÍF 2

Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen.