Enda við einum braki í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

Norðurlandahúsið verður leygarkvøldið karmur um endabrestin av átakinum hjá Miðlahúsinum "Meðan vit bíða", sum hevur til endamáls at savna pening inn til børn, sum liva í fátækraváða.

Norðurlandahúsið verður leygarkvøldið karmur um endabrestin av átakinum hjá Miðlahúsinum "Meðan vit bíða", sum hevur til endamáls at savna pening inn til børn, sum liva í fátækraváða.

 

 

Á skránni er livandi tónleikur, samrøður um fátækradømi og hvat kann gerast framyvir. Tey sjey, sum hava savnað pening inn seinastu tíðina - Katrin Kallsberg, Hjørdis Háberg Petersen, Tróndur Vatnhamar, Magni Arge, Ragnhild Ellingsgaard, Maud Wang Hansen og Livar Nysted luttaka í tiltakinum, eins og Í menniskjum góður tokki verður til staðar.

 

Hetta kvøldið verður greitt hvussu nógv er innkomið til børn, sum liva í fátækraváða, og verður peningurin latin til Í menniskjum góður tokki.

 

Øll eru vælkomin í Norðurlandahúsið klokkan 19 leygarkvøldið. Tiltakið er ókeypis, og matstovan í Norðurlandahúsinum, Smakka, letur ein part av søluni til átakið. Til ber eisini at fylgja við í stroyming á in.fo, sum RACLIP letur í stuðli til átakið