Skálafjarðastevnan tekur saman um og endar sunnukvøldið kl. 21 við eini hugnaløtu í Ítróttarhøllini í Runavík.
Á hugnaløtuni verður nakað av felagssangi, men tað vera eisini fleiri framførðslur. Ein oktett við manning úr Runavík fer at syngja. Tveir av limunum í Enek, Kári Sverrisson og Arne Carlsen færa at syngja og spæla og eisini fara onkrir lokalir solistar at syngja.
Skemtarin í ár er funnin í Klaksvík. Tað er Finn Johannesen. Eisini fer Ellimia Gregersen í Syðrugøtu at siga frá, hvussu tað var at búgva á Heiðunum sum smágenta.
Góður endabrestur
? Vit vilja gjarna enda stevnuna á ein góðan hátt, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Vit halda heldur ikki á longri enn til kl. 23, tí fólk skulu jú til arbeiðis ella til roynd dagin eftir.
? Vit hava gjørt nógv meir í ár fyri at betra um skránna. Í fjør varð farið illa við toftafólki, men eg vóni, at tey tora at koma inn í ár kortini. Skemtið og alt á skránni verður nógv meir vinarligt í ár.
Í fjør vóru eini 250 - 300 fólk við til hugnaløtuna.